Náttbussurin koyrir frá Strondum


 

Í kvøld, leygarkvøldið, fer Øssur Christiansen at koyra ungdómar av Strondum og Skála til Havnar í býin, so sum koyrt hevur verið millum Vestmanna og Tórshavn nú í nøkur ár.

Farið verður úr høvuðsstaðnum klokkan 21.45 leygarkvøldið, og bussurin fer av Strondum til Havnar klokkan 11. Tey, sum skulu innaftur á Strendur, sleppa við bussinum klokkan 5. Fráferð úr Havn er frá grillbarrini City í miðbýnum.

Bussurin fer at steðga á vanligu steðgiplássunum hjá bygdaleiðum á vegnum til og frá. Ætlanin er, at hetta skal vera fastur táttur, um undirtøka er fyri tiltakinum millum tey ungu.