Nú verða 168 nýggj pláss til barnaansing í Havn

Av teimum verða 148 pláss tøk seinni í ár, og um ársskiftið

Fólkatalið í Havn veksur støðugt og sostatt veksur eisini tørvurin á barnaansing alsamt. Men nú hevur Tórshavnar Býráð lagt eina ætlan fyri, hvussu bráðneyðugi tørvurin kann verða loystur, umframt at ein heildarætlan er á veg, hvussu tørvurin verður loystur í longdini.


Tað, sum nú liggur í kortunum, er at útvega 168 nýggj dagstovnapláss, harav 148 pláss verða tøk seinni í ár og um ársskiftið. 


Í løtuni verður Realskúlin gjørdur klárur til dagstovn við 60 plássum. Haraftrat verður Brúni Skúli í Fríðriks Petersens gøtu umbygdur til dagstovn til 64 børn. Haraftrat er ætlanin at umbyggja og útbyggja tríggjar av verandi dagstovnum soleiðis, at 44 nýggj pláss fáast til vega

Býráðið væntar, at 168 nýggju plássini kosta einar 13,5 milliónir krónur.