Nú verða tey tikin niður

Í gjárkvøldið fór gravimaskinan undir at taka húsini hjá Daniellu Olsen, sálu, í Gundadali, niður.

Tað var í januar í ár, at Tórshavnar kommuna samtykti at fara undir fjórða byggistig av útbyggingini av Tórsvølli og partur av hesum byggistignum var at taka gomlu, reyðu sethúsini við Tórsvøll, niður.

Daniella Olsen andaðist í januar, 104 ára gomul. Býráðið keypti húsini frá henni fyri tvær milliónir í 2005. Treytin var, at húsini skuldu vera standandi, so leingi hon livdi. Tað sigst, at hon seinastu tíðina, meðan hon búði á Boðanesheiminum, av og á tók ein hýruvogn niðan í Gundadal at kanna, um býráðið helt sín part av avtaluni.

Daniella Olsen var ættað av Sandi. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1935 og var lærari á Klaksvíkar Millum- og Realskúla frá 1952-57, á Tekniska Skúla í Havn frá 1957-58, á Føroya Millum- og Realskúla frá 1958-59.

Hon arbeiddi á Málstovninum frá 1959-61 og var lærari á Føroya Studentaskúla frá 1964-74. Daniella tók cand.mag. prógv í týskum og enskum í 1954.

Tá Daniella í 2005 seldi húsini, lat hon samstundis tvær milliónir krónur til bygdarráðið á Sandi at byggja bókasavn fyri. Samstundis lat hon savninum allar bøkur sínar.