Nú verður aftur arbeiði á tí stóra flakavirkinum í Vági

Eydnast tað ikki at leiga gamla Polarfrost út, fer Fiskavirking sjálv undir onkra framleiðslu á tí stóra flakavirkinum í Vági


 

Nú verður eitt stórt arbeiðspláss afturat skapt í Vági. Tí nú er greitt, at tað stóra flakavirkið í Vàgi skal latast uppaftur.

Hetta er niðurstøðan av einum fundi í farnu viku ímillum Vágs Býráð og Føroya Fiskavirking.

Vágs Býráð hevði annars gjørt av, at bleiv arbeiði ikki aftur á tí stóra flakavirkinum í Vági, varð sáttmálin við Fiskavirking sagdur upp og so noyddust Fiskavirking at taka flakavirkið niður.


Vágs Býráð vildi ikki longur hava tað stóra stykkið, sum virkið stendur á, liggjandi til onga nyttu longur.

Áhugi var fyri tí 6.000 fermetra stóra stykkinum, sum flakavirkið stendur á. Og fyrr í summar gj´rdi býráðið av, at megnaði Fiskavirking ikki at seta virkið ígongd aftur, og eydnaðist tað ikki at leiga tað út, vildi býráðið hava virkið burturbeint, so at onkur annar kundi fáa nyttu av stykkinum.

Fyrireikingarnar til at siga sáttmálan upp vóru longu so smátt byrjaðar, men áðrenn endalig stig vórðu tikin, skuldi fundur vera ímillum Fiskavirking og Vágs Býráð um málið.

Hesin fundurin var í farnu viku, og bæði Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, eru samdir um, at hetta var ein góður fundur.

Niðurstøðan av fundinum er, at flakavirkið verður undir øllum umstøðum latið uppaftur einaferð í næstum.

Tað gjørdi fiskavirking greitt á fundinum.

Stjórin á Fiskavirking sigur, at samráðingar eru við áhugaðar um at leiga virkið.

Men spyrst onki burturúr teimum samráðingunum, fer Fiskavirking sjálv undir onkra framleiðslu á virkinum.

Virkið í Vági hevur staðið stilt í fleiri ár nú, so tað krevur ymsar ábøtur.

Eitt nú lekur takið og tað skal nú gerast, umframt at aðrar umvælingar eru neyðugar. Annars er virkið í hampiliga góðum standi innan. Men tað er so mikið stórt, at talan verður altíð um umvælingar, sum kosta eitt sindur.

Meinhard Jacobsen sigur, at ætlanin er at fara undir umvælingarnar í ár.

-So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.

Hann vil tí ikki siga, nær virkið verður latið uppaftur.

-Vit samráðast um at leiga virkið og tær samráðingarnar mugu ganga sína gongd. Men spyrst onki burturúr teimum, ætla vit sjálvir at fara undir onkra framleiðslu, men akkurát nær tað verður, er ringt at siga.

Tað tykist tó vera greitt, at tað verður í eini ikki alt ov fjarðari framtíð, at arbeiði verður aftur á virkinum.

? Men virkið í Vági er so stórt, at tað er ikki bara sum at siga tað, at fara

undir nakað virksemi har.

Stjórin á Fiskavirking vil heldur ikki siga, hvørja framleiðslu, hann hugsar um at fara undir í Vági.

Men hann sigur, at Fiskavirking hevur nógv fleiri møguleikar nú, enn hon hevur havt, tí hon er betri fyri fíggjarliga, enn hon hevur verið.

-Vit eru ikki longur ein fyritøka sum ekur á knøunum fíggjarliga, og tað gevur okkum vissar møguleikar, sum vit ikki hava havt, sigur hann.

? Í øllum førum greitt, at talan skal vera um eina framleiðslu, sum kastar nakað av sær, tí Fiskvirking fer ikki í holt við eitt undirskotsvirki.

Stjórin leggur eisini afturat, at virkið í Vági er so stórt, at skal nakað virksemið vera í tí yvirhøvur, verður tað altíð talan um nógv virksemi fyri at tað skal bera seg. MYNDATEKEKSTUR:


Nú verður tað kanska aftur sum í gomlum døgum í Vági. Eftir at hava ligið stilt í fleiri ár, er nú tann dagur farin at nærkast, har tað aftur verður arbeiði á gamla Polarfrost í Vági. Her er tað gamli vágstrolarin Brimborg, sum liggur við bryggju.