Eftir drúgvar fyrireikingar verður sunnudagin ella mánadagin byrjað at bora brunnin 6104/21-2 vanliga nevndur Brugdan II. Statoil er fyristøðufelag í loyvissamtakinum, sum eisini telur ExxonMobil og Atlantic Petroleum.
Brunnurin verður boraður við boripallinum Cosl Pioneer og fer at taka einar 4-5 mánaðir. Cosl Pioneer er ein sonevndur DP-pallur (dynamic positioning). Hetta merkir, at hann verður festur við skrúvum heldur enn ankraður. Havdýpið, har brunnurin verður boraður, er 459 m.
At boringin byrjar nú, heldur enn um ein mánað, kann hava við sær, at sloppið verður undan at bora seinasta partin, tá ið vetrarveðrið av álvara er komið. Hetta er ein fyrimunur í mun til bæði trygd og kostnað.
Ilt er at meta um sannlíkindini fyri lønandi fundi, men týdningarmikið er eisini, at boringin fer at geva týðandi upplýsingar um jarðfrøðina undir basaltinum. Hesar upplýsingar kunnu fáa týdning fyri framtíðar oljuleiting í føroyskum øki.
Eg eri fegin um, at henda spennandi boring nú fer at byrja, og tað er mín vón, at verkætlanin fer at hepnast væl. Sjálvandi vóni eg, at loyvishavararnir finna kolvetni í lønandi nøgdum, men tað verður eisini áhugavert at síggja, hvørjar jarðfrøðiligar upplýsingar fáast frá boringini hetta við atliti til framtíðar oljuleiting við Føroyar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Eg fegnist eisini um, at føroysk vinna aftur hesaferð hevur megnað at sloppið sær upp í part og fær royndir í hesum virksemi. At fáa føroyska vinnu meira upp í oljuvirksemi uttan fyri Føroyar fara vit at leggja enn størri dent á enn higartil, m.a. á oljumessuni ONS í Stavanger í august, sigur landsstýrismaðurin.