Eftir ein at kalla hálvdeyðan juli mánaða, hevur nakað av handli verið við partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum seinastu vikuna.
Tikið verður ofta til, at tað ringasta, sum kann henda fyri eina skrásetta fyritøku er, um eingin handil er við partabrøvunum hjá felagnum, og eitt skifti tóktist tað, sum skuldi hendan lagnan raka føroyska oljufelagið.
Miðskeiðis í juli mánaði var als ikki handlað við partabrøvunum , og tó at kursurin soleiðis varð verandi á 289,5, so er ein slík støða ikki nøktandi hjá einum felagi.
Seinastu vikurnar hevur tó verið nakað av gongd í handlinum. Spakuliga er kursurin eisini kvinkaður nakað uppeftir, og endaði marknaðurin mánakvøldið á 308.
Soleiðis gongur kurvan við virðinum á partabrøvunum nú spakuliga rætta vegin, og so er spurningurin, hvørt tíðindini um keypið av loyvinum við West-Lennox og Crosby fer at økja um áhugan.
Á talvuni sæst, hvussu kursurin á partabrøvunum hjá Atlantic hevur flutt seg, síðani felagið varð skrásett. Strikan sýnir kursin, meðan stabbarnir, sum eisini eru á myndini, sýna, hvussu stórur samlaði handilin við partabrøvum felagsins hevur verið einstøku dagarnar.