Nú fáa allir tríggir fótbóltsvøllirnir í Havn nýtt graslíki. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld. Sostatt fáa bæði Ovarivøllur, niðarivøllur og Tórsvøllur, nýtt graslíki.
Tað merkir, at eisini Ovarivøllur, sum annars fekk nýtt graslíki í fjør, verður gjørdur um aftur við nýggjum graslíki, tí fótbóltsfeløgini í Havn siga, at graslíki, sum nú liggur á honum, er óbrúkiligt.
Tey siga, at bólturin ferðast so undarliga á honum, at tað er ikki spælandi á honum, tí tað er ikki til at rokna út, hvønn veg bólturin ferð, tá ið hann verður spældur.
Býráðið hevur roynt at breiða heili átta tons av gummikúlum á vøllin afturat, men tað hjálpti ikki og nú er avgerð tikin um at taka hann av og leggja nýtt graslíki á.
Býráðið arbeiddi við eini heildarætlan um at skifta graslíki á øllum trimum vøllunum. Tað skuldi gerast í stigum, men nú Ovarivøllur vísti seg at verða óbrúkilgur, varð samtykt at bjóða allar tríggjar út ísenn.
Sostatt hevur býráðið nú samtykt at fara í samráðingar við fyrtøkuna, Metatron, um polythanvøllir til Gundadal. Talan er um veitara úr Íslandi, men býráðið leggur dent á, at ætlanin er at kanna fyritøkuna, tí tey vilja hava greiði á, út í æsir, hvørji fólkini eru, sum mynda fyritøkuna og at tey bara ikki eru strámenn fyri onkran annan. Tað er ein treyt fyri at gera nakran sáttmála, at tað er fult gjøgnumskygni á hesum øki.
Tann fyrsti vøllurin, sum verður skiftur, er nettupp Ovarivøllur, síðani verður tað Tórsvøllur og at enda verður tað Niðarivøllur, sum fær nýtt graslíki.
Tórshavnar Býráð hevur eisini fingið váttan frá HB, B36 og frá Fótbóltssambandinum um, at tey taka undir við hesi ætlanini og at tey taka undir við, at hetta slagi av vølli verður brúkt. Býráðslimir siga, at hetta slagi av vølli er roynt aðrastaðni í Føroyum við góðum úrslitið og tí halda tey seg til ta tryggu loysnina. Býráðið sigur eisini, at ætlanin er at hava bæði HB og B36 við í allari tilgongdini at útvega vøllirnar.
Sostatt hevur býráði nú samtykt at játta 12 milliónirnar til endamálið, men tað er óvist, hvussu standurin er á Niðaravølli, so har kunnu onkrar eykaútreiðslur taka seg upp. Tað vera serfrøðingar úr Týsklandi, sum koma higar at leggja vøllirnar á.