Nú verður farið á Flemish Kap

Tríggir djúpvatnstrolarar fara í næstum yvir á Flemish Kap at fiska tosk

Flestu partrolarapørini eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Fiskiskapurin hjá par­trolaru­num er aftur mink­aðu­­r og er heldur smáligur, men okkurt parið hevur fing­ið væl av fiski.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at tveir djúp­vatns­trolarar fiska upsa. Teir landa helst tíðliga í næstu viku, kanska í dag.
- Ein roynir á djúpum vatni og fiskar svartkalva, konga­fisk og blálongu.
Í næstum fara tríggir djúp­vatns­trolarar yvir á Flemish Kap at fiska tosk. Hesi skipini fara at frysta fiskin umborð.
Tríggir trolbátar eru úti og fiska havtasku, og aðrir eru á veg til fiskiskap.
- Vit rokna við einum trol­báti í dag, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, sig­ur Fiskamarknaður Før­oya.