Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini siglt við ella vitjað umborð á MV Doulos, sum felagsskapurin OM átti og rak í nógv ár. Trúboðaraskipið, sum eisini hevði heimsins størstu flótandi bókasølu, hevur stundum havt føroyska manning. Árni Jensen, sáli, var eitt skifti skipari umborð. Skipið hevur vitjað í Føroyum.
Doulos var bygt í 1914 og var fyrstu nógvu árini ferðamannaskipið. Seint í 1970’unum var Doulos keypt av kristnum felagsskapum og eftir umbygging fór tað at sigla kring heimin við kristnum bókum. Yvir tríhundrað sjálvboðin fólk sigldu við skipinum.
Á heystið í 2009 var skipið lagt, og tá varð niðurstøðan, at tað var ov dýrt at gera neyðugu ábøturnar á skipið, og tí skipið OM til annað, nýggjari skip – Logos Hope.
Handilsmaðurin Erik Saw í Singapore keypti Doulos og hevði ætlanir um at gera skipið til flótandi hotell. Eftir nærri kanningar varð ikki mett, at hetta vór at loysa seg, og síðani var avgerð tikin um, at Doulos skuldi setast á land og umbyggjast til mærglætishotell.
The Straits Times skrivar, at fyri sløkum tveimum árum síðani var Doulos sett á land á oynni Binan í Indonesia – ein tíma frá Singapore – og har hava umbyggingar síðani verið gjørdar av skipinum, sum frameftir kann bjóða gestunum kømur, sjósavn, svimjihyl, bókasavn, spa, lounge, stóran undirhaldssal og annað.
Søgan hjá skipinum er brúkt sum partur av umbyggingini. Maskinrúmið er varðveitt, og tey átta dekkini umboða ymisk tíðarskeið hjá Doulos. Umbyggingin hevur kostað slakar 200 milliónir krónur, og avlopið frá virkseminum verður latið vælgerandi felagsskapum.