Nevndirnar í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar fyri tey, sum hava túrahald til tunlarnar. Lækkingin kemur í gildi mikudagin eftir ólavsøku, men prísurin fyri ein vanligan túr, við ongum haldi, verður óbroyttur.
Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar sostatt úr 25 krónum niður í 20 krónur, ella 20 prosent. Hereftir ber sostatt eisini til at ogna sær túrahald til 20 túrar til persónbil fyri 400 krónur, eitt túrahald til fýrati túrar kostar nú 800 krónur og eitt hald til 200 túrar fer at kosta 4.000 krónur.
Annars staðfestur felagið, at ferðslan økist alsamt, og fyrstu seks mánaðirnar í ár hava sjey prosent fleiri bilar koyrt ígjøgnum tunlarnar enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Varð ferðslan ikki økt, hevði tað kosta tunlunum 3,3 milliónir at lækka prísirnar tann 1. august. Men av tí, at ferðslan økist, verður kostnaðurin av at lækka prísirnar mettur at verða umleið eina millión krónur.