Tað var botndystur í Sørvági leygardagin. Sørvingar spældu móti b-liðnum hjá fuglfirðingum og av tí at tað bert var eitt stig á muni millum liðini bæði undan dystinum, so kundi væntast at talan fór at verða um ein spennandi dyst.
Men so var ikki. Fuglfirðingar settu seg á dystin og hóast tey bæði seinnu settini í 3-0 dystinum vóru javnari enn tað fyrsta, so var ongantíð ivi um at tað var ÍF b, sum var tað betra liðið.
Og av somu orsøk fer tað nú at verða sera, sera tungt hjá SÍ at varveita plássið í meistaradeildini. Sigurin hjá ÍF b móti Fram stutt fyri jól, fer nú at vísa seg at hava sera stóran týdning fyri fuglfirðingar. Teir eru nú trý stig frammanfyri SÍ og tað merkir, at tað ikki er nóg mikið hjá SÍ at vinna á fuglfirðingum í seinasta dysti teirra millum. Teir skulu eisini vinna ein dyst afturat og samstundis skal ÍF b tapa allar sínar dystir, og hetta fer neyvan at verða so.
Bæði liðini vóru annars styrkt til dystin leygardagin. SÍ hevði fingið Finn Hansen og Henry Zachariassen við á liðið og tað gav betri breidd í álopinum. Hinumegin netið var ÍFb eisini styrkt við Kennet Neshamar, sum vanliga leikar á fyrsta liðið, og hann gav álopinum tann tryggleika sum tørvaði, tá hin annars so drúgvi Beinir Kristiansen sat uttanfyri allan dystin við einum skaða.
Sørvingar høvdu umskipað liðið nakað fyri at gera pláss fyri teimum báðum nýggju monnunum. Jón Nielsen leikti á miðjuni, men hesum kom hann ikki væl frá. Samanspælið við hevaran var út av lagið vánaligt og tað var bert hendinga ferð at hann veruliga vísti tað hann dugdi.
Nýggju menninir høvdu eisini trupult við at fáa ávirkan á spælið og tað er skilligt tá hugsað verður um, at teir hava vant lítið saman við hinum spælarunum. Men sum dysturin leið, so kom serliga Finn Hansen fyri seg og vann nakrar bóltar við sera góðum sløgum.
Trupulleikin hjá SÍ leygardagin var, at teir ongantíð fingu spælið at hanga saman. Móttøkurnar fóru í allar ættir og uppgávan hjá hevarunum var so at siga ómøgulig til tíðir. Stóru spælararnir á miðjuni, Jón Nielsen, sum vit longu hava nevnt, og Jón Falkvard, komu als ikki til sín rætt, og tað er keðiligt.
Hjá ÍF var tað harafturímóti breiddin, sum tryggjaði sigurin. Eingin skaraði framúr, men tað sigur seg sjálvt, at tað hjálpir sera væl at hava ein so royndan leikara, sum Kenneth Neshamar við á liðnum. Saman við Boga og Álvi syrgdu teir fyri, at sørvingarnir vórðu lagdir undir trýst, og tá saman um kom var hetta júst nóg mikið til at vinna dystin og samstundis næstan tryggjað sær pláss í meistaradeildini næsta kappingarár.
Settúrslitini vóru annars hesi: 8-15, 13-15 og 13-15.
Fram basti Mjølnir
Flogbóltur, menn: Fram fótaði sær eftir tapið móti Fleyr í síðstu viku og vann dystin móti Mjølnir við trimum settum móti einum
Eftir at Fram í farnu viku taptu týðandi dystin móti Fleyr um annaðplássið í farnu viku, skuldu teir leygardagin vísa, at teir framvegis eru eitt av teimum trimum sterkastu liðunum í meistaradeildini og tað eydnaðist. Mótstøðuliðið úr Klaksvík megnaði ikki at standa havnarmonnum kurl, minni enn so.
Mjølnir er annars styrkt munandi til seinnu helvt av kappingini. Eyðstein Elttør, sum hevur leikt við Fram fyrra helmingin av kappingini, er aftur í Klaksvík og bæði Rúni Elttør og Kjartab Hansen, sum báðir vóru lyklaleikarar á liðnum, sum vann meistaraheitið í fjør, eru komnir aftur í aftur, men enn er so stutt fráliðið, at tað munar nakað.
Ikki tí, Fram hevur eisini fingið styrk uttanífrá. Rúni Weihe, sum er ein av bestu leikarum í landinum er aftur á liðnum og tað sæst aftur á spælinum.
Og eftir úrslitinum at døma, so hevði Fram fótað sær eftir tapið móti hinum havnarliðnum. Teir byrjaðu væl og løgdu seg greitt á odda. Mjølnir hevði trupulleikar at fáa spælið at hanga saman í byrjanini av fyrsta settið og tað var nóg mikið til at Fram fekk lagt seg avgerandi á odda.
Mjølnir kom afturíaftur og talan var um eitt spennandi sett tað sum eftir var. Men Framleikararnir fótaðu sær væl og megnaðu at hála ein smalan 15-13 sigur til høldar í fyrsta settinum.
Í øðrum setti gekk upp aftur betri hjá Fram. Teir byrjaðu á sama hátt, sum í fyrsta setti og løgdu seg greitt á odda. Mjølnir steðgaði haraftuímóti púrasta upp og hóast teir við útskiftingum royndu at broyta gongdina, so munti hetta kortini einki og Fram vann settið rættuliga greitt 15-6.
So vaknaði Mjølnir?
Í triðja settið høvdu teir "gomlu"-nýggju spælararnir fingið hitan í kroppin og nú gekk betri hjá klaksvíkingum. Teir syrgdu fyri at Fram ikki slapp avstað sum í hinum báðum undanfarnu settunum og talan var um eitt sera javnt, spennandi sett.
Liðini fylgdust allan vegin uppeftir og sum settúrslitið sigur, so var ikki so nógv út at geva. Mjølnir vann nevniliga 16-14.
Í hesum settinum var tað serliga Trygvi Poulsen, sum gjørdi um seg. Hóast hann ikki er av størstu monnum, so er hann ótrúliga drúgvur bæði á miðjuni og á kantinum, og hann fekk eisini nógv burturúr í hesum settinum.
Eitt annað, sum eisini spældi inn í hesum settinum var, at Mjølnir umskipaði liðið í mun til annað sett og tað hevði Fram eftir øllum at døma einki mótvápn til.
Nú var væntandi, at Mjølnir fór at halda fast, men so var ikki. Í veruleikanum gekk beint øvugt. Framleikararnir raknaðu við aftur og settu sær fyri at vísa klaksvíkingum hvar skápið skuldi standa, og tað gjørdu teir við lít.
Teir løgdu seg greitt á odda beinanvegin. Einu løtuna var støðan 8-2 til Fram og tá settið endaði við 15-2 sigrið til Fram, so sigur tað so mikið sum at Mjølnir fekk ikki eitt einasta stig afturat í settinum, og tað kemur sjáldan fyri at tað gongst so illa í hond hjá klaksvíkingum.
Settúrslitini í dystinum vóru annars hesi: 15-13, 15-6, 14-16, 15-2.