Leygardagin er altjóða arbeiðaradagurin, 1. mai og tann dagurin verður eisini hátíðarhildin í Føroyum, serliga í Havn, har dagurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani fyrst í sekstiárunum.
Tað var Havnar Arbeiðsmannafelag, sum tók stig til hátíðarhaldið. Síðan hevur felagið skift navn til Havnar Arbeiðarafelag, men arbeiðaradagin hava tey hátíðarhildið sum vant.
Altjóða Arbeiðaradagin í fjør var korona akkurát skolað yvir heimin og sostatt var einki hátíðarhald á Vaglinum, sum vanligt. Hinvegin vóru røðurnar varpaðir út í KvF.
Men nú er korona – støðan ein heilt onnur og tað merkir, at leygardagin verður 1. maidagshald á Vaglinum, sum vant við røðum og horntónleiki.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sigur, at aftur í ár verða røðararnir tríggir í tali og tey hava øll tað til felags, at tey eru uppi í politikki. Ein av røðarunum verður Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtingskvinna, landsstýriskvinna og eisini fyrrverandi býráðslimur í Havn.
Annar røðarin verður Kári Johansen, nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag og býráðslimur í Havn og triði røðarin verður Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins.