Nú vil Skála hava sigurin

Styrkislutfallið millum Skála og HB tykist ikki vera tað sama í dag, sum tað var í fyrsta umfarinum av landskappingini

Fótbóltur

 

Ta ferðina vann HB ein knúsandi 8-1 sigur, og so varð lagt upp til, at fólk tosaðu um HB sum heitasta FM-favorittin, meðan Skála var avgjørdi dumpikandidaturin.

FM-heitið tosað tey ikki so hart um longur í HB, nú EB/Streymur longu tykist hava gjørt bart í landskappingini. Og hóast Skála enn er undir niðurflytingarstrikuni, so hava bæði spæl og úrslit verið á heilt góðari leið seinastu tíðina.

Fyri tað nógva hevur talan tó verið um javnleikir, og tí vilja tey á Skála nú hava nakrar sigrar, soleiðis at eitt veruligt lop kann gerast á talvuni. Skal hetta eydnast, so er tó neyðugt at hvessa álopið, sum als ikki hevur skorað seinastu fýra dystirnar. Hinvegin hevur verjan staðið seg væl, og er bara eitt mál farið ígjøgnum í somu dystum.

Til dystin hesaferð hevur Skála á leið sama fólk tókt, sum teir høvdu til seinastu uppgávuna. Tó er Poul N. Poulsen leikbannaður, meðan Alexandur Johansen framvegis ikki er komin fyri seg eftir skaða.

Hjá HB er Fróði Benjaminsen framvegis ikki tøkur, tí reyða kortið á Sandi gav tveir dystir í leikbanni við sær. Hartil fekk Ólavur í Ólavstovu heilaskjálvta í Intertoto-dystinum móti Elfsborg, meðan Milan Kuljic er ivasamur til dystin.