Uni Holm Johannesen
Piotr Krakowski, venjari hjá 07 Vestur, hevur av álvara havt nakað at hugsa um í hesum kappingarárinum. Liðið, sum liggur niðanfyri niðurflytingarstrikuna, hevði undan dystinum í gjár skotið fimt flest mál í Vodafonedeildini. Men hinvegin hava teir latið langt flest mál ígjøgnum. Men hagtølini vóru so væl og virðiligi gjørd til skammar í gjár.
Ikki soleiðis, at vágamenn høvdu stórvegis at frøast um eftir dystin. 07 Vestur hevði heldur ikki hesaferð vunnið á heimavølli. Men tað eydnaðist at halda málið reint. Men hinvegin eydnaðist tað ikki at skjóta mál.
Linligur dystur
Dysturin var eingin stór uppliving. Heimaliðið var sera ansið í verjustøðu og dúvaðu á skjótalop. Tað riggaði til tíðir væl. Vandamestu atsóknirnar hjá gestunum vóru eftir deyðbóltsstøður, og í fyrra hálvleiki var um reppið, at Víkingur legði seg á odda. Hans Arni Ellefsen vardi tá fyri á málstrikuni.
Víkingur legði meira fyri eftir hvíldina, og royndi at trýsta heimaliðið. Tað eydnaðist í stórum løtum at hava bóltin spælandi á hálvuni hjá 07 Vestur, men veruliga vandamiklir vóru gestirnir sjáldan.
Mest dramatiska hendingin var í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Atli Gregersen rendi Jóhan Petur á Stongum um koll og sá beinleiðis reytt frá Ransini N. Djurhuus, dómara. Ein avgerð, sum var røtt.
Fimm stig frá
Málsetningurin fyri 2009 hjá 07 Vestur og Víkingi líkjast ikki. Uppflytararnir úr Vágum skulu fyrst og fremst varðveita sætið í deildini, og hóast liðið hevur imponerað í fleiri dystum, so sæst tað ikki aftur á stigatalvuni. Tað eru í løtuni fimm stig til bjargingina, og má liðið heilt skjótt vinna neyðugu stigini, um tað framvegis skal vera stuttligt hjá leikarunum at møta til venjingar. Í gjár eydnaðist loksins at halda mótstøðuliðnum frá at skjóta mál, og eydnaðst tað eisini at fáa neyðugu málini at vinna fótbóltsdystir, sær av álvara gott út í Vágum. Tí liðið hevur sjáldan staðið uttan møguleika at fáa stig.
Víkingur hugsar fyrst og fremst um at vinna heiðursmerki. Og í so máta er eitt stig á útivølli móti 07 Vestur eingin vanlukka. Men felagsliðið er í løtuni einasta liðið, sum av álvara kann bjóða HB av. Men heiðursmerki og pláss í altjóða fótbólti komandi kappingarár hugsa tey mest um í Leirvík og Gøtu. Og higartil er liðið á góðari leið.