Dávid Isfeld, Hósvík
-------
Tá eg gekk í fólkaskúla, fingu vit onga veruliga undirvísing í nútímans Føroyum og nýggjari søguligum hendingum (her meini eg eftir tinglýsingini av grundlógini í 1850), sum hava lagt lunnar undir okkara politik, hugsan og samleikafatan. Eg hugsi um tilburðir, sum t.d. jólafundin í 1888, fólkaatkvøðan í 1946 og klaksvíksstríðið í 1953-55. Míni elstu børn á 14 og 15 ár hava lítið og einki hoyrt um hesar søguligu hendingar. Eg spurdi eisini eini 50 næmingar á Tekniska skúlanum í Havn, um teir høvdu fingið undirvísing í áðurnevndu tilburðum, og næstan øll svaraðu nei.
Jólafundurin, fólkaatkvøðan og klaksvíksstríðið er ikki søgulig propaganda; hetta er søga. Ikki at undirvísa í hesum serstøku og týdningarmiklu hendingum er einki minni enn vansketni av okkara børnum og ungdómi. Upplýsing og innlit í sambands- og fullveldispolitik, og samfelagsskipan sum heild, er næstan ikki til í fólkaskúlanum - tað er stórt sæð tabu. Tað eru onkrir hissini lærarar, ið, av sínum eintingum, siga eitt sindur um fólkaatkvøðuna o.s.fr., men altso uttan veruliga viðgerð við viðkomandi tilfari og teksti, og tað er ikki nokk. Og tað er serstakliga, tá ið lærarar av sínum eintingum taka hesi evni upp, at tað kann fáa politiskan lit. Fólkið skal vera upplýst, og tað er eisini galdandi fyri okkara børn og ungdóm. Tey skulu upplýsast um farnar tíðir fyri at skilja hvat gongur fyri seg og hví. Tog-toganin millum Rasmus Effersøe og Jóanes Patursson skal eisini lýsast í síni heild, og sostatt uttan politiskan lit. Ein lærari eigur at kunna vera so mikið at sær komin, altso professionellur, at hann litleyst kann undirvísa í hesum hendingum uttan at skula vísa politiskan lit.
Nøkur fólk vilja vera við, at fólkaatkvøðan og klaksvíksstríðið eru ov eym evni fyri mong avvarðandi, men til tað vil eg bert siga, at tað er t.d. 2. heimsbardagi og "Watergate" gølan so sanniliga eisini fyri ávikavist týskarar og Nixon administratiónina og avvarðandi hjá teimum; tískil haldi eg, at tað er sera óseriøst, bæði mentanarliga og søguliga, ikki at undirvísa í okkara egnu søgu í fólkskúlanum.
Týðandi hendingar og politiskir tilburðir í Føroyum eiga at vera ein oblikatoriskur partur av undirvísingini í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum - helst í 10. flokki. Henda undirvísing kundi itið: samfelagsfrøði og søguligur samanhangur. Lærarar skulu upplýsa um hesar søguligi tilburðir - hvør skal annars upplýsa føroyingar um føroyska søgu og føroysk viðurskifti, um ikki vit sjálvi? Um føroyingar ikki læra nútíðmans Føroya-søgu, hvør skal so bera hesa søgu víðari? Hvør fer at tíma, tá søgan ikki tykist at hava nakran áhuga, týdning og meining fyri føroyingar? Ungdómurin í dag er sum dottin niður av mánanum. Tey læra alt ov lítið í fólkaskúlanum, ið gevur samfelagsligt og politiskt innlit, fatan og samleika. Hví og hvussu skulu ungdómarnir fyrihalda seg til politik í Føroyum og føroyskan samleika, tá tey ikki hava peiling av, nær og hví Føroya fólk fóru í tvinnar hugsjónarligar politiskar bólkar. Hvussu eru okkara ungdómar skikkaðir til at fara á val, uttan at hava eitt neyðugt vitanar fundament? Hvussu verður “almenn vitan” definera um 10-30 ár, um hetta skal verða mannagongdin av menningini av okkara ungdómi? Eg haldi, at hetta er at vanrøkja og spilla medviti og sjálvsábyrgdina hjá okkara børnum og ungdómi.
Vit læra lítið annað í fólkaskúlanum um okkara uppruna og søgu enn reypisøgur úr víkingatíð og miðøld, sum eru til, takka verið íslendingum. At áðurnevndu tilburðir ikki eru ein natúrligur partur av søguundirvísingini hjá fólkaskúlunum, og hava verið tigaðir burtur í áratíggju, líkist ongum øðrum enn miðvísari søguavnoktan og tískil eisini søgufalsan. Hvør hevur ábyrgdina av hesum, og nær fær hetta ein enda?
Hetta líkist tí ábyrgdarloysi og líkasælu, sum er alt ov sjónlig í Føroyum – serstakliga hesa síðstu tíðina. Føroyar serstøk tjóð, er einki gott, um tað merkir: Føroyar serstakliga óvitað og ábyrgdarleys tjóð. Minnist til: Tjóðin er ikki betri enn fólkið, ið myndar hana.
Latið okkum skúla okkara børn og ungdóm soleiðis, at tey fáa breiða og holla vitan. Tey mugu læra um okkara uppruna og yngru fortíðina. Tey mugu læra um allar týðandi hendingar fyri at skilja nútíðmans Føroyar. Vit eiga og skula hava álit á, at okkara framtíð, ungdómurin, hevur gott vit og skyn, og tískil kann koma til sínar egnu meiningar og niðurstøður, um hvat gott er fyri Føroyar. Okkara ábyrgd er at læra og hjálpa ungdóminum, men ungdómurin skal sjálvur velja sína leið viðvíkjandi meiningar, avgerðir og virksemi.