Tá ið ein kvinna verður við barn, strekkja og skilja uttastu búkvøddarnir seg í miðjuni og geva rúm fyri tí vaksandi barninum. Fyri nakrar kvinnur er tað als eingin trupulleiki, tí vøddarnir fara saman aftur stutt eftir føðing. Men fyri aðrar blívur tað við at vera ein trupulleiki við gloppi millum búkvøddarnar.
Um ein merkir eina langa gjógv mitt á búkinum, sum er djúpast við nalvan, so er tað eitt tekin um, at man hevur sokallaða tilburðin rectus diastase.
Fram til fyri stuttum hava serfrøðingar sum Kari Bø, professari í ítróttarvísund á norska skúlanum Idrætshøjskolen, viðmælt at venja ein innara búkvødda, transversus abdominis, í royndini at minka um gjónna.
Men ein nýggj kanning, sum eitt nú Kari Bø og granskarin Sandra Lødeng Gluppe, sum eisini starvast á sama skúla, hava gjørt vísir, at hendan venjingin als ikki riggar til skiltar búkvøddar kortini. Tað skrivar Videnskap.dk.
Heldur sær út til, at vøddarnir fara longri frá hvørjum øðrum, heldur enn at trekkja seg saman. Beint tað øvugta av tí, sum granskarar áður hildu. So nú ána granskarar ikki, hvør venjing riggar móti hesum tilburði.
- Eg eri ikki bangin fyri at viðganga, at eg havi mistikið meg. Í endanum av 90’unum varð ein fatan kjølfest um, at við at venja hesar innaru búkvøddar ber til at minka um rectus diastase, sigur Kari Bø við forskning.no.
Hendan venjingin, sum also ikki riggar sum ætlað kortini, verður gjørd við, at ein togar nalvan inn móti rygginum uttan at boyggja ryggin. Plankin er til dømis ein fínur máti at venja hendan vøddan.