Nælir tað á Sandi?

Tað er at vóna, at øll tey fínu tiltøkini, sum vórðu gróðursett, fara at koma fyri seg og mennast og ikki fara fyri bakka, beint áðrenn Sandoyartunnilin letur upp.

 

Sum tað er hugaligt og vársligt at síggja, tá bøndurnir á Sandi fara undir at fyrireika eplavelturnar á Sandafløtum.

 

Veltirnar eru tær størstu í Føroyum og  sum oftast við framúr góðsku.

 

Eisini er tað áhugavert, at Sandafløturnar er gamal havbotnur,  sum fjaraði undan, tá ísurin bránaði fyri einum 10.000 árum síðani.

 

Tað kann nevnast, at vit í Føroyum velta sjálvi eini 800 tons av eplum og innflyta sløk 4.000 tons!

 

Longu nú síggjast eisini tær fyrstu hvonnirnar næla á Sandi. 

 

Men, nælir tað allastaðni á Sandi?

 

Tað er at vóna, at øll tey fínu tiltøkini, sum vórðu gróðursett - Grøni Háskúlin, Veltan, vakstrarhúsini, Eplafestivalurin og annað - fara at koma fyri seg og mennast og ikki fara fyri bakka, beint áðrenn tunnilin letur upp.

 

##med2##

 

Undan seinastu løgtingsvali var nógv at hoyra um stuttflutt heilsugott grønmeti, sum skuldi verða mvg-undantikið, grønar háskúlar, sjálvbjargni og annað mangt.

 

Grønu kollveltingin á Sandi verður ikki lív lagað, fær hon ikki eina stóra hjálpandi almenna hond, og nú liggur bólturin hjá Tjóðveldi, sum umsitir landbúðnaðin og sum eisini má hyggja at okkara avoldaðu festiskipan, sum í dag er ein forðing fyri øllum framburði á økinum.

 

##med3##

 

Johan Mortensen

 

Longu nú síggjast tær fyrstu hvonnirnar næla á Sandi.