Av tí at Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum í Danmark er samkyndur, skal hann ikki verða forsætisráðharri í Danmark, sigur Jenis av Rana. Konservativi flokkurin í Danmark er systirflokkur hjá Fólkaflokkinum í Føroyum, sum eisini hevur ilt við at góðtaka rættindi til samkynd

Næmingar vilja útihýsa Jenisi av valfundi á Glasi

Jenis av Rana skal ikki umboða Miðflokkin á valfundi á Glasi hósdagin, siga næmingar, sum eru farnir at savna undirskriftir

Av tí at Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum í Danmark er samkyndur, skal hann ikki verða forsætisráðharri í Danmark, sigur Jenis av Rana. Konservativi flokkurin í Danmark er systirflokkur hjá Fólkaflokkinum í Føroyum, sum eisini hevur ilt við at góðtaka rættindi til samkynd

Næmingar á Glasi vilja ikki hava, at Jenis av Rana umboðar Miðflokkin á veljarafundi, sum verður á Glasi fríggjadagin, og tí savna tey nú inn undirskriftir at mótmæla útsøgnini hjá Jenisi av Rana um, at ein samkyndur maður ikki kann gerast forsætisráðharri í Danmark.

Tað var í Andglettinum í útvarpinum hjá Kringvarpinum í gjár, at Jenis av Rana segði, at um hann varð valdur á Fólkating, so hevði hann ikki peikað á Søren Pape Poulsen, formannin í Konservativa flokkinum, tí at hann er samkyndur, og at tað sampakkar ikki við tað sum hann, Miðflokkurin og Føroyar standa fyri.

Hesum eru næmingar á Glasir als ikki samdir í, og tí savna tey undirskriftir.

Tey skriva soleiðis í sambandi við undirskriftainnsavningina: 

»Jenis av Rana hevur fyrr í dag borið fram, at hann ikki peikar á Søren Pape Poulsen (formann í Konservative), sum statsministara, tí hann er samkyndur. 

Jenis av Rana er uttanríkismálaráðharri í Føroyum og umboðar tískil Føroyar og føroyingar. 

Danskir miðlar taka tað sum, at Føroyar er eitt homofobiskt land.

Hetta vilja vit mótprógva við at senda út signalið, at ungdómurin í Føroyum ikki tekur undir við útsagnunum hjá uttanríkismálaráðharra Føroya, Jenis av Rana. 

Fríggjadagin verður valfundur á Glasi, og vit vilja tí gera eina roynd í at vísa Jenisi av Rana at vit eru ósamd«, skriva næmingarnir, sum savna inn undirskriftirnar.