Báðar abbasystrar okkara Petra, f. 1863, og Emilia blivu giftar yvir í Tjørnustovu í Norðragøtu við hvør sínum beiggja. Petra var elst av systkjunum hjá abba. Hon giftist við Absalon Jacobsen, ið festi Tjørnustovugarðin, sum var 2 merkur.
Elsti sonur teirra Óla Jákup, f. 8. mai 1888, giftist við Elspu Sofíu Jacobsen úr Ytstahúsi á Skipanesi. Táið tey giftust, hevði Óla Jákup bygt eini rættiliga stór hús – eftir tátíðar meti – á grundina, har tey gomlu Tjørnustovuhúsini stóðu.
Men teimum báðum var ikki lagað at liva nógv ár saman. Tey fingu tveir dreingir, Vilhelm f. 1915 og Albert, f. 1917. Men Elspa Sofía, móðir teirra, doyði longu í 1917, tá ið Albert bert var 7 vikur gamal. Hon fekk lugnabruna, sum eingin hjálp fekst fyri tá, hon gjørdist bara 24 ára gomul.
Marin í Mortanstovu, ið var abbasystir Albert, tók hann til sín og fostraði hann upp. Vilhelm bleiv verandi hjá pápa sínum í Tjørnustovu, har omman og abbin eisini búðu.
Eg var onkuntíð inn á gólvið hjá Petru abbasystir við abba, og hon var so hjartans blíð. Hon var altíð so rólig og smílandi at møta, hóast hon ikki altíð hevði tað so lætt. Kvøldið fyri sum abbi doyði, 5.januar 1936, kom hon yvir til okkara og sat hjá abba eina løtu. Tey vistu, at tey komu ikki at síggjast aftur á lívi.
Óla Jákup kom at sita drúgva tíð við festinum. Eldri sonurin Vilhelm, sum var í Danmark og fekk sær útbúgving, kom at støðast har øll bardagaárini, men kom so heimaftur og festi garðin eftir pápan. Hann og konan Elisa, ið var úr Havn, blivu búgvandi í Tjørnustovu, til tey vóru gomul.
Jóhannes f. 27. okt. 1889, varð ógiftur. Hann átti hús sjálvur og hevði handil har. Hann gjørdist ikki gamal.
Dorius f. 8. mai 1892, búsettist í Vági og fekk sær konu haðani. Hann bleiv 100 ára gamal. Hann koyrdi lastbil fyri Garðamenninar í hálva øld.
Elieser f. 16. sept. 1894, giftist við Sunnivu Heinesen úr Súnastovu. Tey búleikaðust í Norðragøtu alla teirra tíð, og Sunniva náddi ein høgan aldur. Tey fingu ikki færri enn 13 børn.
Bernhard giftist við Gittu Poulsen, ættað undan Liðanum í Norðragøtu. Eisini tey blivu búgvandi í Norðragøtu.
Emilie, Milja, f. 29. sept. 1899 var yngst av øllum systkjunum í Tjørnustovu. Hon giftist við Elias Martin Tvørfoss úr Norðragøtu og tey búsettust har.
Milja kom at hjálpa nógv uppá beiggja sín Óla Jákup, sum ungur gjørdist einkjumaður, og sum var einsamallur í húsi í mong ár.
Emilia abbasystur
Emilia var yngst av øllum systkjunum hjá abba. Hon giftist við Petur Paula í Tjørnustovu í Norðragøtu. Hon doyði í barsilssong við tí fimta barninum, sum var ein drongur. Hann kom at eita Emil eftir mammu síni.
Tá ið Emilia var deyð, blivu tey flestu børnini fostrað upp uttan fyri heimið.
Emil bleiv uppfostraður hjá Marin Elisabeth, dóttir til Hanus bónda við Gøtugjógv. Sjálv hevði hon átt ein son, sum doyði 2½ ára gamal. Eina tíð aftaná doyði maður hennara, Kristian av Sýnini í Lamba. Tá bar Marin Elisabeth barn undir belti og fekk eina dóttir. Hóast ongan forsyrgjara, tók hon Emil til sín. Tey búðu úti í Heygsmørk í Syðrugøtu, og har sleit Emil sínar barnaskógvar.
Tá dóttir Marin Elisabeth, ið var gift til Suðuroyar, doyði frá fleiri smábørnum, bleiv Marin Elisabeth verandi har hjá ommubørnunum í móður stað, og Emil fór til Suðuroyar við henni. Tá hevur hann verið um konfirmeringsaldur. Tey komu ongantíð aftur til Gøtu.
Tá í tíðini fóru nógvar ungar gentur norðanfjørðs til Suðuroyar at arbeiða fisk. Har ímillum var ein ung genta úr Kollafirði, sum æt Anna Sofía Debes. Tað rann saman millum hana og Emil, og soleiðis kom hann norðuraftur. Tey giftust og búsettust í Kollafirði.
Av tí, at Emilia doyði so ung, og flestu børnini fóru úr heiminum, kenni eg lítið til tey. Tó kann eg minnast Elspu hava búð hjá okkum eina ferð, helst í sambandi við, at missiónsvika var í Gøtu. Elspa doyði í góðum árum.
Gøtu-Jákup, ið vaks upp í Pállstovu í Norðragøtu, livdi fleiri ár eftir, at eg kom til Havnar. Hann og konan Hanna búðu undir Ryggi. Tey áttu bara ein son, Emil. Hann og konan Frida búsettust á Hoyvíksvegnum yvir av Glaðsheyggi, har eftirkomarar hansara búgva enn.
Jóhannes vaks upp í Leirvík. Hann og konan Hansina búsettust á Geilini í Leirvík. Kristianna vaks upp í Uppistovu í Leirvík. Hon giftist svenskara Runvall av navni. Tey búsettust í Havn, har hann arbeiddi sum kavari. Tey fluttu seinni til Noregs og blivu búgvandi har.
Elspa var tað einasta av børnunum, ið bleiv verandi hjá pápanum, sum kom at eiga endan av einum húsum úti á Fløtum í Norðragøtu.
Tá so Elspa giftist til Leirvíkar við Óla hjá Guttormi, flutti pápin við henni. Petur Pauli í Tjørnustovu doyðu út haðani.
Petur Pauli var kendur fyri at vera sera hittinorðaður. Serliga sonurin Johannes var kendur fyri tað sama.
Var við Vaagen
Petur Pauli var millum teir menn, ið vóru á heimveg við “Vaagen” í tí tiltikna ódnarveðrinum í 1888, sum vit hoyra um í vísuni hjá J. P. Gregoriussen.
Hann hevði hús standandi í gerð. Í sama ringa landnyrðingsstorminum, ið er ringasta ætt í Norðragøtu, fórst alt, sum upp var komið. Tað, sum tey tá komu at húsast í, var bert ein lítil kroysa. So trupult fingu tey tað.
Av tí, at Emilia doyði so ung, og flestu børnini fóru úr heiminum, kenni eg lítið til tey. Tó kann eg minnast Elspu hava búð hjá okkum eina ferð, helst í sambandi við, at missiónsvika var í Gøtu. Elspa doyði í góðum árum.
Gøtu-Jákup, ið vaks upp í Pállstovu, livdi fleiri ár eftir, at eg kom til Havnar. Hann og konan Hanna búðu undir Ryggi. Tey áttu bara ein son, Emil. Hann og konan Frida búsettust á Hoyvíksvegnum yvir av Glasheyggi, har eftirkomarar hansara búgva enn.
Tá í tíðini fóru nógvar ungar gentur norðanfjørðs til Suðuroyar at arbeiða fisk. Har ímillum var ein ung genta úr Kollafirði, sum æt Anna Sofía Debes. Tað rann saman millum hana og Emil, og soleiðis kom hann norðuraftur. Tey giftust og búsettust í Kollafirði.