Eitt burðaravlop á 233 fólk og ein tilflyting á 316 fók økti fólkatalið við Føroyum við 549 fólkum frá 1. mai 2014 til 1. mai 2015. Sostatt búðu 1. mai 2015 48.846 fólk í Føroyum.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at øll øki í landinum høvdu eitt burðaravlop hesar 12 mánaðirnar, uttan Sandoyggin. Saman við Suðuroynni varð Sandoyggin eisini einastu øki í landinum, ið høvdu eina netto fráflyting, meðan øl hini økini upplivdu eina tilflyting.
Tórshavnarøkið, sum er Havnin, Argir, Hoyvík og Hvítanes vaks við 267 íbúgvum, Eysturoyar sýsla við 184 íbúgvum og Norðoya sýsla við 63 íbúgvum. Suðurstreymoy annars vaks við 31 íbúgvum, Vága sýsla við 7 fólkum og Suðuroyggin við 1 íbúgva. Sandoyggin upplivdi eina afturgongd á 4 fólk.
Um hugd verður eftir, hvussu fólk flyta innlendis í Føroyum, so eru Eysturoyar og Norðoya sýsla mest lokkandi, har 23 og 16 fólk fluttu til, meðan Sandoyggin eisini hevði ein vøkstur í so máta, við trimum fólkum. 16 fólk fluttu úr Havnini til onnur støð í landinum, 14 úr streymoynni annars, 11 úr Suðuroyar sýslu og ein úr Vága sýslu.
Tórshavn hevur størsta buðaravlopið, við 131 fólkum, meðan í Sumba doyðu seks fleiri fólk enn fødd vóru í bygdina. Klaksvíkar og Eysturkommuna eru mest lokkandi kommunurnar hjá fólki, ið flyta innlendis í Føroyum. 33 nýggir íbúgvar komu til Klaksvíkar aðrastaðni frá úr Føroyum, meðan 28 komu til Eysturkommunu. 24 fleiri fólk fluttu úr Havnini enn til Havnar, meðan 14 fleiri fluttu úr Fuglafirði enn til Fuglafjarðar.
Havnin hevur upplivað størstu nettotilflytingina, 151 fólk fleiri fluttu í kommununa enn úr henni. 60 fleiri fluttu í Eysturkommunu og 46 í Klaksvíkar kommunu. Sands og Hvannasunds kommuna upplivdu størstu fráflytingina, við 12 og 10 fólkum.
Havnin hevur sostatt størsta vøkstur í fólkatalinum, við 282 fólkum, Klaksvíkar kommuna 70 fólkum og Eysturkomumuna 62 fólkum. Fuglafjarðar kommuna og Sumbiar kommuna minkaðu við átta fólkum. Fámjins kommuna upplivdi størstu afturgongd í prosentum, við eini afturgongd av 5,2 prosentum av íbúgvatalinum (fimm fólk av 96), meðan Hovs kommuna vaks mest, við 3,5 prosentum (fýra fólk av 115).