Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at veita familjum, sum eru serliga illa fyri, fíggjarliga, eitt serligt ískoyti. Ein meting sigur, at hetta fer at kosta landskassanum 8,350 milliónir krónur.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár eisini er til viðgerar, hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, biðið um tvær milliónir krónur til at viðgera umsóknir frá familjum um at fáa eitt serligt ískoyti, og til at umsita málið annars.
Og nú vil fíggjarnevndin hava at vita um hon ikki heldur, at tað er ov nógv at brúka tvær milliónir til at umsita eina játtan upp á 8,350 milliónir krónur.
Men tað heldur Eyðgunn Samuelsen ikki, tí hon sigur, at skipanin við familjuískoyti er tung at umsita. Hon heldur sostatt, at skal endamálið um at minka um fátækadømi,røkkast, er neyðugt við umsitingini.
- Tað er inntøkan hjá húskinum, sum er avgerandi fyri, um talan er um fátækadømi, ella ikki. Tað er sostatt ikki einstaklingurin, men húskið sum er fátækt. Somuleiðis skulu atlit takast til ogn og annað.
- Í Føroyum hava vit onga skipan, sum sjálvvirkandi kann umsita slík útgjøld, ið eru treytaðar av inntøkunum hjá húskjunum.
Tí skulu umsóknirnar umsitast við hond.
- Upphæddin, sum familjurnar hava rætt til, broytist, tá ið inntøkuviðurskifti broytast, eitt nú, tá ið fólk fara hvør til sítt, ella finna saman. Tað kann eisini vera tá ið fólk fara av arbeiðsmarknaðinum, í skúla ella øvugt, ella tað kann vera arbeiðsloysi ella sjúku.
- Eisini eru húski við óstøðugum inntøkum, sjálvstøðug vinnurekandi, persónar við b-inntøkum o.s.fr., og tí verður eisini helst eisini neyðugt við eftirgjøldum og skuldarinnkrevjing, sum eru mál, ið eru tung at umsita, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon sigur, at sostatt er tað lutfalsligu dýrt at umsita familjuískoytið, afturímóti, hvat tað kostar at samanbera aðrar almannaveitingar.