Næstan 300 milliónir meiri í lønum í ár

Føroyingar hava fingið væl meiri í lønum í ár enn í fjør

Higartil í ár eru næstan 300 milliónir krónur  útgoldnar meiri í lønum, enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagtovuni.

 

Hagstovan sigur, at í oktober vórðu 665 milliónir útgoldnar í lønum og tað eru 15 meiri í september.

- Higartil í ár hava lønirnar verið um 630 milliónir krónur um mánaðin. Men bæði í september og oktober hava lønirnar verið væl omanfyri 630 milliónir, og hetta eru samstundis bestu mánaðir higartil í ár til lønir.

 

Higartil í ár eru útgoldnar 6.231 milliónir í lønum, tað eru 294 fleiri enn sama tíðarskeiði í fjør. Talan er sostatt um eina framgongd á fimm prosent.

 

Í pengum eru tað privatu tænastuvinnurnar sum hava størstu framgongdina. Lønirnar higartil í ár í privatu tænastuvinnunum eru einar tvær milliardir og tað eru 100 milliónir fleiri enn síðsta ár.

 

Lutfalsliga er størsta framgongdin í byggivinnuni. Byggivinnan hevur higartil í ár útgoldið 771 milliónir í læønum og tað eru 84 milliónir fleiri enn í fjør og tað svarar til eina framgongd upp á 12,2 prosent.

 

Í fiski- og alivinnuni er framgongdin eini seks prosent, men í øðrum almennum tænastum er talan um eina framgongd upp á 2,2 prosent.