Næstan 600 føroyingar afturat fingið arbeiðið

Tað gongur fram á á øllum økjum

Í september mánaða vóru tað 24.848, fólk sum høvdu arbeiðið í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt hevur talan verið um ein lítlan, men støðugan, vøkstur í meiri enn eitt ár.

Gongdin er eisini tann, at vøksturin minkar eitt sindur hvønn mánað, men rákið er kortini tað, at eini 30-40 fólk fáa arbeiðið afturat hvønn mánað.

Hagstovan sigur, at talan er um ein vøkstur á øllum økjum.

- Í byggivinnuni vóru 3.387 løntakarar í september og tað eru eini 100 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er sostatt 3,1 prosent.

- Í størsta bólkinum, sum eru almennar tænastur, eru 9.136 løntakarar. Tað eru 262 fleiri enn í september í fjør, ella trý prosent fleiri.

Í fiski- og alivinnuni eins og í tænastuvinnuni er framgongdin knappliga 2 prosent, men fiskiskapur stendur í stað.