- Ja, hvar skal man byrja? Eg kann byrja við at siga, at eg koyri hvønn morgun úr Hósvík. Havi eina fyritøku saman við beigga mínum, og vit arbeiða fyri tað mesta í Havn.
Soleiðis sigur ein órógvaður skopuningurin, Martin Drangberg, sum býr í Hósvík, á sínari facebook-síðu í dag.
Og hann heldur fram:
- Eg sigi farvæl við konu og børn hvønn morgun, tá eg fari til arbeiðis. Tá arbeiðsdagurin er liðugur, gleði eg meg at koma heim aftur til konu og børn.
Martin Drangberg sigur, at í dag kundi tó alt verið øðrvísi, um verri vildi til, og tað kundi saktans hent, at hann slett ikki kom heimaftur.
- Førarin í einum mótkoyrandi bili velur at yvirhála ein lastbil beint norðanfyri Kollafjørð. Hevði eg ikki varnast hetta í góðari tíð, hevði mín bilur og bilurin hjá mótkoyrandi rent frontalt saman.
Martin sigur, at hann høgdi bremsurnar í og snaraði út í vegjaðaran, og kortini var mótkoyrandi bilurin bara ein sentimetur frá at raka speglið í bilinum hjá honum.
- Eg hopi, at hesin persónur er so skelkaður, at hann ikki ger slíkt aftur. Minnist til, at vit øll vilja heim til okkara kæru. Men, tað má vera við skili.
Og Martin Drangberg slær at enda fast:
- Í slíkum føri kundi ein persónur tikið fleiri við sær - og fleiri høvdu tá sitið eftir, leggur hann álvarsamur aftrat.