Næstbest í smálandakappingini

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni.

Høgni Egilstoft Nielsen, vinstrumegin, var ein tryggur skansi á 1. borði hjá Føroyum. Hann var ósigraður í kappingini, og fekk sjey stig í níggju dystum.

Andorra vann hesa áttandu kappingina suðuri á Jersey.  Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.

Ósigurin fyri Luksemburg í fyrsta umfari kom okkum aftur um brekku, tí Andorra vann allar sínar dystir uttan tann móti Føroyum. Tá var úrslitið 2-2.

 

Góður endaspurtur

 

Føroyar vunnu sínar seinastu dystir. Móti San Marino og Jersey gjørdu føroyingar bart, og í síðsta umfari fingu vit tepran sigur á Monako.

 

7. umfar (2. november)

 

##med2##

 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum:

 

Høgni Egilstoft Nielsen 7/9

 

Martin Poulsen 4½/7

 

John Rødgaard 4/7

 

Luitjen Akselsson Apol 6½/8

 

Jón í Horni Nielsen 4/5

 

Endaliga støðan (Small Nations 2023)

 

##med2##

 

Vinnarar í smálandakappingini (2009 - 2023)

 

2023 Andorra

 

2021 Føroyar

 

2019 Andorra

 

2017 Føroyar

 

2015 Luksemburg

 

2013 Føroyar

 

2011 Luksemburg

 

2009 Føroyar

 

 

 

Samanalgt

 

Føroyar 4 sigrar

 

Luksemburg 2

 

Andorra 2

 

EM næst

 

Føroyska talvlandsliðið herjar á aftur alt fyri eitt. Longu leygardagin byrjar stóra EM-stevnan í Montenegro.

 

Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Á føroyska liðnum eru Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Martin Poulsen og John Rødgaard.

 

Høgni Egilstoft Nielsen, vinstrumegin, var ein tryggur skansi á 1. borði hjá Føroyum. Hann var ósigraður í kappingini, og fekk sjey stig í níggju dystum.