Næsti stormurin á veg

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá, at stormur verður sunnudagin.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar eina váta viku við vaksandi vindi, og at vit kunnu vænta storm sunnudagin.

 

Hósdagin seinnapartin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og ælingur. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Fríggjadagin verður hvassur vindur av útsynningi og regn, seinni nakað minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri og ælingur, partvís heglingur. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Sunnudagin verður skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, partvís heglingur. Mánadagin upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.