Nakað av regni næstu dagarnar

Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg við regni inn yvir oyggjarnar.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, serliga um kvøldið. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt framvegis samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s, um náttina hækkar hann í ein vestan og útnyrðing og makar vindin nakað. Fyrrapartin sær sólin, annars skýggjað og samregn. Um kvøldið og náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum um náttina lækkar í ein útsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina um 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, um náttina klárar tó í, men framvegis okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið og náttina makar nakað og lækkar í ein landsynning. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, seinni klárar í, tó sær sólin og tað verður turt. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mánadagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um kvøldið og náttina makar hann vindin nakað. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin um 10 stig.