Nakað um Ólav á Váli og tey

Stillisliga fór hann, eins og hann uttan háva ferðaðist millum okkara. Bara, táið hann læt sanggávuna ljóma, tá slapp eingin undan at lýða á og undrast á hesa sermerktu barytonrøddina.

Hann var solosangari burturav. Tó tók hann lut bæði í kórum ella sangbólkum, og tá hevði hansara rødd - umframt at geva eina eyka, serstaka dimensión og klang - eins og eina mørtiluppgávu.

Tí rødd Ólavs eins og stoypti heildina og fylti millumrúmini upp millum hinar stemmurnar, soleiðis at eingin teirra skilti seg burturúr, sum táið talan er um steinsetta brúgv (Bridge over trouble water), har Ólavur í roynd og veru sjálvur var fasti læsingarsteinin í miðjuni. Í hesum uppdragi verður ikki lætt at loysa hann av.

Longu er nakað skrivað um Ólav (26.08.1955 - 19.02.2005), og skulu vit her dvølja eitt sindur við ættarslóð og kringumstøður.

Úr ættini

Langabbi Ólavs varð nevndur Jósup Niclasen úti á Bø í Svínoy, føddur u.1860 og var ættaður úr Køk í Havn. Hann hevði eina framúr sterka rødd. Sagt verður, at tað hoyrdist fleiri fjórðingar, táið hann og manningin aftur av útróðri sungu skaparanum takkarsang fyri veiðina. Serliga táið fongurin var munandi (!).

Tann hittinorðaði og harðmælti Viðareiðis-Líggjas, sum eisini eina tíð var húskallur í Hoyvík og Lamba, hevði eitt árið verið úti í Svínoy um nýárshaldið og vitjað skyldfólk. Lambamenn - sum haðani høvdu frætt, at Líggjas og Jósup høvdu kappsungið Kingo í kirkjuni um halguna - spurdu Líggjas um hvør teirra, ið hevði yvirvág í bergmælta "kingo-kampinum". Tá segði Líggjas sáttliga:" Jú, síggja tit, eftirsum eg vær fremmindir, so fór eg ikki upp um Jósup, men eg la dygst uppi undir honum (!) ". (Sagt varð, at teir næstan høvdu rivið takið omanav, sum teir kýttu seg - .)

Ein subkulturur verður til

Eliesar Poulsen, ættaður úr Gøtu, kom nakað eftir lokið læraraprógv til Klaksvíkar at arbeiða á kontórinum hjá P/f J.F.Kjølbro. Hann fór í oktober 1926 undir at øva eitt sangkór í "Betesda". Nøkur ár seinni tók tann blaðungi og evnaligi Theodor (Samuelsen úr Lorvík) við Keldu yvir og leiddi kórið í yvir 20 ár. Nú hevur sonur hansara Jógvan stjórnað kórinum í yvir 40 ár. Líka leingi sum Dávid var kongur í Ísrael. Men enn hevur eingin "Absalom" tikið "kongaríkið" frá honum, hóast fleiri hava stuðlað og stjórnað í styttri og longri tíðarskeiðum innímillum.

Raddarligu gávurnar hjá Jósupi úti á Bø spurdust vituliga aftur í ættini. Millum bestu stuðlar í kórinum í Betesda vórðu abbasynir hansara: Jósup Jacobsen (1914-70), sum byrjaði sum bassur, men endaði sum framúr tenorur. Og Líggjas (Elias Hansen) á Váli (1922-82) við síni breiðu og ljómfyltu bassrødd, ið, sum ein fylling, beint fram kundi skola eitthvørt kór ella samkomu framman fyri sær.



Líggjas

Jógvan Gerðalíð, sum eisini eitt skifti stjórnaði kórinum, líknaði Líggjas við, táið Jógvan og bróðurin, Jákup, sum dreingir róðu aftur av fiskileið millum Nesjarnar, meðan pápin, Sterki-Jakku, kruvdi. Komnir inn fyri Taravíkina var kryvjingin vanliga liðug, og tók pápin tá eina ár í hvørja hond. "Tá tóktist tað ongan mun at gera longur, um vit róðu við ella ikki. Soleiðis kendist tað, táið Líggjas sang við í kórinum!",segði Jógvan.

Jógvan bóndi, sum enn er eitt ótrúligt arbeiðsgrev, musikalskur og við góðari sangrødd, umframt ein semingsmaður um ein háls, gjørdist vinmaður við Líggjas og Theodor fyri lívið. Jógvan bleiv 88 ár líradagin (26. aug.) seinast, og sært tú hann ikki sita uppi í einhvørjari gravimaskinu ella sláimaskinu, so hongur hann uppi yvir heimatelduni, sum hann lærdi seg at ambæta á búnum aldri. Jógvan og vinmenn hansara fingu m.a. í lag fyrstu framleiðsluna av grammofonplátum í landinum.

Merkiligt at slíkir undangongumenn ikki finnast sannari lýstir í okkara heimligu bókmentum. Har eru tílík álvarsfólk í átrúðnaðarmálum, bæði menn og kvinnur, aloftast avmarkað sum myrk av lyndi, tóm og óglað. Og so er støðan helst tann øvuta. Tú finnur valla meiri vitbornar skemtarar enn eitt nú Jógvan, Símun hjá Póli, Hans Erik á Seglhúsinum o.fl. (fyri so ikki at tala um komersarnar Jákup og Erland - -).

Jóannes á Váli

Abbi Ólavs, Johannes Fr. Hansen, úti á Váli, var føddur forsangari og hevði framúr gott mál. 41 ára gamal sjólótust hann og tríggir aðrir menn við Havsbøll í Svínoyarfirði ein myrkan desemberdag í 1937. Hesin sorgarleikur skakaði alt landið, og inspireraði tá Petur W. Háberg (23 ár) til at yrkja troystar- og sárkasangin, og Jens Guttesen (21 ár) at seta lag til, hetta fyrsta hugnemandi avrikið í lívslanga samstarvi teirra á hesum øki:

Á tú sorgbundna sál, tú hvørs leið varð so løgd,
at hon ber gjøgnum skýmligan dal,
er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd,
brostin strongur, sum eitt sinn til spæl var uppspentur ...

Einkjan, Birgitha Maria, sat tá eftir við 4 børnum, harav Líggjas var elstur og bert 15 ára gamal, (tann yngra sonin misti hon longu sum 2 ára gamlan), Hanna (Telling), Anna Katrina ( Dinna Poulsen) og Masa (Tróndheim).

Eisini systraranar hjá Líggjasi hava sera góðar sangrøddir. Tann, sum einaferð hevur hoyrt Hannu Telling syngja við síni eyðkendu Kathleen-Ferrier-kolkjallaradjúpu-altrødd, gloymir hana ongantíð aftur! Hesar rúmfyltu, djúpu og ljómandi klangfarvurnar í røddunum ganga vituliga aftur í slektini, eitt nú hjá Ólavi og systkinabarninum Jóannesi Poulsen.

Anna

Eftir seinna kríggið kom til Klaksvíkar ein ung kvinna, Anna Reinert úr Norðadali, við sera góðari sopranrødd: ljós, høg og vøkur, eins og gentan sjálv. Líggjas og hon funnu saman í seinnu helvt av tjúgunum og giftust um 30 ára leitið. Tey fluttu inn í hús teirra undir Selheyggi og bygdu saman eitt fyrimyndarligt heim. Eitt heim har børnini trivust væl í, og Ólavur, sum varð ógiftur, fór ongantíð rættiliga heiman.

Anna og Líggjas fingu børnini: Jóannes, Charlottu (Olsen), Ólav og Britu (Smith), sum øll nú um landið kenna sum systkinini:" á Váli". Ættarnavn teirra er nú vorðið kent á havnarmáli, hóast tey øll eru fødd í Klaksvík, har Váli-navnið hevur ein heldur flatari framburð, men tó ikki so flatan sum í Svínoy, har staðarnavnið av røttum er komið, og sum nokk ber meiri brá av úttaluni " a Vaæle", og alt gott um tað.

So fer og sama ger, tí tey syngja líka væl fyri tað. Nú hava tey øll síðani 1972 búð í Havn, haðani langabbin var ættaður. Soleiðis er ein ringur aftur runnin saman, og her hevur teirra partur heldur ikki ligið eftir við litríkum sangi og tónleiki, og í næsta ættarliðnum spríkja longu hesir somu eginleikar.

Sangur og tónleikur

Eyðsæð er, at sangur Betestakórsins fyrst og fremst hevur havt ein ávísan evangeliskan boðskap. Øll byrjan kennist eftirsíðan sum amatørkend - tó í bestu merking, ein amatørur er ein sum elskar, eitt nú sang. Eliesar Poulsen var sera musikalskur, sum ungur læraralesandi loysti hann ofta gerðamannin Jógvan Waagstein av sum ongulspælara í Havnar kirkju, táið honum barst frá.

Sum frá hevur liðið er støðið við sangi og tónleiki vorðið hægrið og munandi meiri fjøltáttað um alt landið. Serliga seinnu árini eru eisini stór teknisk framstig hend um alla leið og menningin heldur støðugt fram í margfaldum jørðildi.

At sangurin hevur veingir, verður mangan tikið til. Og so er. Sannur sangur bæði hugtekur, hevur og gevur innihald, um hann so hoyrist í glitrandi marglætishallum stórbýarins ella á einsemisvakt á havinum undir stjørnuglampan ella í brennisól afturvið svíðandi pískasløgum á bummullarmarkum í Virginia, teir sonevndu "negro spirituals", eitt nú hesir: "We shall overcome" ella "Where you there when they crucified my Lord ?"

Leiðir og mørk tónleikans tykjast eisini ótømandi, og funnið varð í tøkum tíma fram til okkara klettar. Tað var eisini ein framúrskarandi løta fyri ein føroying og fyri landið alt, táið Sunnleif Rasmussen fekk - og virðiliga í finska operahúsinum takkaði fyri - heiðursgávu Norðurlandaráðsins fyri hansara tónlistaligu avrik.

Aftur til Ólavs

Mangan verður víst til Hávamál, táið metast skal um ein persón, ið farin er. Hóast tað vituliga ikki altíð kennist líka lætt.

Ólavur hevði eitt nú nakað av hesum talenti, sum Ingálvur av Reyni einaferð segði frá, ið var eitt sereyðkenni fyri svenska tenorin Jussi Bjørling, at hesin tóktist at hava líka breiða rødd, sjálvt um sungið varð við høgum tónalag.

Tó Ólavur sjálvur kundi viðhvørt smílandi taka til:" Eg sleppi ikki so høgt ella so lágt við røddini, sum eg vildi, og tí má eg bara royna sum frægast, har til ber".

Erpinskap átti Ólavur ikki part í. Hann var líka við øll og var góðsligheitin sjálv. Ein boðskapur um ein betri heim.

Kjølfesti

Kristindómurin hevur í øldir sett sítt sermerkta árin á land og fólk okkara. Í ymiskum sporum og slóðum, men tó eyðsæddar. (Jú, rætt hevur tú, mín tolni lesari, árinið kundi verið munandi meiri.)

Tó øll her á landi hava frá lidnum øldum kent frásagnirnar úr Skriftini, sum ein virðismiklan part av mentan og arvagóðsi landsins. Har sleppur eingin undan frásøgunnar sublima suði. Fyri ella ímóti. Hóast at Skriftin, sum so, ikki fekk fótin fastan á heimligari grund á hjartans máli okkara fyrrenn í fyrru helvt av síðstu øld.

Henda ófatuliga upphavsmegi, sum veitir eitt eksistentiligt svar til tilverunnar djúpastu: "Hví, Hvussu og Hvar?". Og sum eingin onnur læra megnar, skapt av hegni og heila manna. Eini gleðiboð og søgumeingi, sum veit væl við, uttan treytir um næmi ella evni. Heldur ikki dárin skal fara villur.

Inspiratiónin

Eisini tær størstu persónsmenskurnar um okkara leiðir hava kent til og latið seg inspirerað av søguni um "tann einsama Galilearan", og ofta er søgan fyrstu ferð hoyrd á móðurfangi.

Tak eitt nú í stýriborði gigantarnar Dostojevski og Tolstoj, hóast báðir befongdir við feilir og føll og menniskjansliga avmarkan. Umframt øll tey markleysu talentini á europeiska miðjumdekkinum, og heilt yvir í nýgga heimin í bakborði fyri vestan. Uttan mun til um talan er um tónleik, skaldskap ella heimspeki.

Søgan um Menniskjasonin kom eisini til okkara fjarskotnu oyggjar úti í tí ráliga Atlantshavinum. Lýsingarnar av persónunum í Skriftini virka ektaðar og sannar. Mangar lagnur eru lýstar við miskunn og várkunn, meðan aðrar ikki verða avmyndaðar við mýkindum, tak t.d. Dávid kong. Ella ta ódeyðiligu søguna um Jósef - heimsins fyrstu novellu, siga tey kønu - við øllum sínum fasettum og aspektum um dreymar, øvund, trælir, høvdingar, svik, sorg, sakn, longsil og kærleika - og so mangt, mangt annað.

Enok

Tó tann lýsingin, sum í sínum einfaldni minnir mest um Ólav á Váli, er søgan um Enok. Tað stendur hvussu gamal Enok varð. Ólavur bleiv bara 49 ár. Og síðani stendur:" - Enok livdi við Gudi; og hann var ikki longur; tí Gud tók hann." (1.Mós. 5.24).

Soleiðis kendist løtan, táið tað spurdist um landið og í Íslandi við, at Ólavur á Váli var farin um leitið.

Arnstein Niclasen
12.03.2004.