Nakrir fáir tankar um

Christian Olsen nú hann er farin

Sjálvandi kendi eg Christian Olsen, áðrenn vit báðir komu at arbeiða saman í býráðssamgongu í 1981, tá hann gjørdist formaður í teknisku nevnd í Klaksvíkar Býráð.                                       
<B EM < normal"$?$end$!$                      normal"$?$end$!$
<B EM normal"$?$end$!$<I normal"$?$end$!$<>
Beinanvegin komu til sjóndar hansara gløggu eygleiðaraevni, nærlagni og áhugi fyri, at arbeiðið ikki bara skuldi gerast so hissini. Hann skar púra greitt út, hevði ætlanir og visjónir fyri hvussu býurin skuldi gerast meiri fullfíggjaður, at vegir, gongubreytir, útstykkingar og tekniskar leiðingar bæði skuldu gjøgnumførast og liðugt- og nýgerast. Hann hevði greiða tilvitan um menningina og her hendu stórbroytingar. Eisini var hann loyalur mótvegis teknisku deild og starvsfólkunum har.
 
Christian var uppvaksin og hevði tætt tilknýti til pulserandi lívið á Seglhúsinum og stóra, víðfevnda og vælumtókta reiðaravirkið Joensen & Olsen.
 
Hann upplivdi frá smádreingi og unglingaárum, hvussu sluppirnar sum komu eftir fyrra aldaskiftið vórðu útskiftar við størri og tíðarhóskandi línuskip, tá nýmótans fiskaturkaríini komu fyri seg, tá handlar og skip hoyrdu saman og arbeiðsdagurin í tílíkum felagi ikki var átta tíma dagur, men rakk frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi og út á næturnar, sum arbeiði var til. Alt ábyrgdafólkið var altíð har.
 
Í 17 ár var hann í handlinum, har hann hevði samband við hópin av fólki við eini breiðari vitan. Her kom eg eisini í tætt og gott samstarv við Christian.
 
Í býráðsarbeiðinum var Christian hollur í ráðum, vælvirkandi, arbeiðssamur og uppfinningarsamur nevndarlimur- og formaður í breiðari merking. Sat ofta í sersett-um nevndum. Eitt nú var hann í oddinum, tá Klaksvíkar Býráð í 1983 legði til rættis 75 ára hátíðarhaldið fyri stovnan av kommununi, sum var hendinga væl eydnað og kann sigast hava verið grundarlagið undir flestu almennu tiltøkum í Klaksvík síðani.
 
Á Norðoya Kunningarstovu var hann virdur og væl umhildin av ferðafólki, sum leitaðu sær higar.
 
Hetta og so mangt annað var við til at mynda Christian. Hansara frásagnarevni- og áhugi gjørdu, at hann var altíð spennandi at vera saman við. Vit vóru grannar og fingu so mong prát.
 
Hóast vit ikki vóru politiskt samdir, høvdu vit sera gott og nært samstarv í býráðsarbeiðinum. Kanska gingu diskusiónirnar stundum nakað lívliga, tá vit hvør í sínum lagi ynsktu at leggja linjurnar. Men vinalagið og samstarvið var ómetaliga gott.
 
Christian giftist við Sólfríð, sum eg eisini kom at kenna væl, tá hon var skrivari hjá mær sum borgarstjóra í átta ár frá 1993 til 2000. Tað er tí eisini hóskandi her at nevna, at hon er bæði kvik, álítandi og arbeiðssom.
 
Tey bygdu eitt gott og trygt heim, fingu børnini Heina, Janhild, Søren og Solby, sum øll fingu nøvn eftir abbunum og ommunum, sum einki annað er enn sjálvsagt fyri mentanina, sum búði í Christiani og um vit hyggja at familjusamanhaldinum.
 
Christian er nú farin í Harrans hendur, góðu minnini eru eftir. Sárt er at syrgja í sakni eftir mann, pápa, verpápa og abba, sum var so livandi, fylti so nógv og sum var so góður við síni.
 
Harrin signi og styrki  tykkum øll og veri hjá tykkum; og nú skýggini reka so myrk, fari eg at ynskja tykkum eitt gott nýggjár.
 
Jógvan við Keldu