Nú sjónvarpsrøðin TROM er liðug og verður sýnd almenninginum um vikuskiftið, hevur Snar, sum er undirvísingarportalurin hjá Námi, gjørt arbeiðsuppgávur til hádeild og miðnám um sjónvarpsrøðina.
Spurningar eru sum hesi:
Hugarok í flokkinum
- Lesið inngangstekstin um TROM og hygg eftir brellbitanum niðanfyri
- Finnið ein møguleika at síggja TROM
- Nógvir føroyingar hava verið við í upptøkunum. Hevur nakar tykkara verið við?
- Hvat er eyðkenni fyri eina krimisøgu, sum tær dámar?
- Lesið arbeiðsuppgávurnar niðanfyri, og loysið tær í flokkinum saman við læraranum.
##med2##
Undirvísingartilfarið, sum er opið og ókeypis, sæst her: https://snar.fo/talvugrein/trom-ein-krimiroed-ur-foeroyum