Í hesum døgum ganga fólk um og selja jólakalendarar fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Barnabati hevur yvirtikið umsitingina av Í Menniskjum Góður Tokki og eru tað sjálvboðin hjá Barnabata, sum nú selja kalendararnar.
Ein av seljarunum gjørdist málleysur, tá hann bankaði upp á í einum húsum. Ein tannáringur letur upp og 15 ára gamli unglingin rópar síðani á mammu sína.
Tá hon hoyrdi, hvønn kalendaran var seldur fyri, greiddi hon frá, at sonur hennara hevði havt ætlanir um at geva allan peningin, ið hann hevði fingið í føðingardagsgávu, til Í Menniskjum Góður Tokki, so sjálvandi keypti mamman ein kalendara fyri at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum.
Løtu seinni kom mamman rennandi aftaná seljaranum við einum brævbjálva. Drongurin hevði biðið hana geva føðingardagspengarnar til Í Menniskjum Góður Tokki. Hon keypti so ikki færri enn 13 kalendarar aftur at fyri pengarnar hjá soninum.
- Vit vita, at tað eru sera nógv fólk kring landið, ið vilja stuðla børnum og ungum, ið liva undir fíggjarligum trongum korum. Tí uttan tykkum hevði hetta átakið als ikki bori til. Túsund takk øll somul, sum á ymiskan hátt eru við til at stuðla okkara átaki, til frama fyri at bøta og menna um kor hjá børnum og ungum í Føroyum, skrivar Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.