Vit skulu gera nógv meira fyri at steðga smugling og sølu av narko og rúsevnum.
Vit skulu hava:
- meira fyribyrgjandi arbeiði
- hert eftirlit við smugling
- avrúsingartilboð á Landssjúkrahúsinum
- hægri játtan til viðgerðarstovnarnar
- lággáttartilboð til avrúsing og viðgerð
- tilboð, tá fólk eru viðgjørd og koma út aftur í samfelagið.
- Møguleikar fyri førleikamenning og útbúgving til starvsfólk á viðgerðarstovnum. Krøvini til teirra førleikar herðast alla tíðina.
Rúsevni og narko floyma inn í samfelagið. Hetta førir til harðan kriminalitet í nærumhvørvinum, og oyðileggur lív hjá misnýtarum og teirra avvarðandi.
At selja narko og rúsevni í Føroyum loysir seg. Eirindaleys kriminel forvinna nógv meira pening fyri at selja rúsevni her á landi enn aðrastaðni. Hetta misbrúka hesi bartrog til fulnar.
Ung fólk verða brúkt til at selja, fyri síðani at enda í oyðileggjandi og vandamiklum umhvørvi.
Hetta má steðga.
At basa rúsevnamisnýtslu er og verður eitt av mínum hjartamálum.
Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin










