Naser Khader vil geva Huawei durafjórðingin

Danski verjumálaráðharrin er kallaður til samráð um samstarvið

Leikluturin hjá kinesisku tøknirisanum Huawei í danska samskiftiskervinum verður nú reistur í politisku skipanini. Týsdagin skal danski verjumálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen í samráð hjá verjuráðnum í Fólkatingum, har hann skal svara seks spurningum um Huawei og tær ákærur um njósning, ið hava verða reistar móti kinesisku fyritøkuni seinastu mánaðirnar.


Tað er Lisbeth Bech Poulsen, ið hevur sess í nevndini fyri Socialistisk Folkeparti, ið hevur sett ráðharranum spurningarnar, har millum annað verður spurt, um ráðharrin enn hevur álit á Huawei í teirra arbeiði at menna 5G netið í Danmark og tann kritikk, ið seinastu mánaðirnar hevur verið av Huawei.


Durafjórðingin
Áðrenn fundin í verjumálaráðnum hevur nevndin eisini fingið eitt bræv frá Huawei, har felagið afturvísir allar ákærur um njósning. Tað upplýsir formaður í nevndini, Naser Khader úr Konservative Folkeparti, í einum lesarabrævi í Jyllands-Posten.


Í lesarabrævinum dylur hann ikki fyri, at hann sær brævið frá tøknirisanum sum eina roynd at ávirka politikarar, men ger greitt, at eftir hansara tykki, so skal Danmark fylgja leistinum hjá USA, Noreg, Avstralia, Kanada og øðrum og steðga samstarvinum við Huawei um 5G net. Orsøkin er óttin fyri, at felagið er undirlagt kinesisku stjórnin.


- Eg haldi, at vit skulu siga takk fyri okkum. Tey hava gjørt eitt gott arbeiði við 4G og hava í Danmark ment eitt av bestu fartelefonnetunum í Evropa. Takk fyri tað! Men nú er tað liðugt, skrivar formaðurin og leggur afturat.


- Orsøkin er, at vit mugu taka eitt sera týðandi val fyri framtíðina hjá Danmark. Ynskja vit, at man frá Beijing kann fáa hendur á øllum upplýsingum á netinum og í veruleikanum sita á reyða knappinum, ið kann sløkkja alt samfelagið?


Víðari útgreinar hann hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri danska samfelagið, um man velur at halda fram við samstarvinum við Huawei.


- Um vit ikki taka hetta í álvara, eru vit í vanda fyri ikki hava nakað val um nøkur fá ár. Bara millum eitt ella fleiri kinesisk telefonfeløg. Verður tað veruleiki, er okkara frælsi og sjálvbjargni máa undan okkum, og verðin verður stýrd úr Kina, skrivar danski fólkatingsmaðurin.


Føroyskt samstarv 
Huawei er seinastu árini voksin til at blíva ein av heimsins størstu veitarum innan internet og telefonir. Í Føroyum samstarva bæði Føroya Tele og Hey við kinesisku fyritøkuna um at menna 5G til føroyingar og hava stjórarnir í báðum feløgum higartil hildið fast uppá, at føroyingar hava einki at óttast viðvíkjandi Huawei.


Felagið hevur verið undir trýsti seinastu mánaðirnar, aftaná at amerikanska stjórnin í longri tíð hevur ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er Huawei undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum. Huawei hevur ferð eftir ferð afturvíst ákærunum og enn eru eingin prógv almannakunngjørd, ið prógva ákærurnar.


USA, Kanada og Avstralia eru millum londini, ið higartil hava noktað Huawei lut í byggingini av teirra 5G neti og í desember reistu fregnartænasturnar í Danmark og Ongland eisini iva um samstarv við kinesisku fyritøkuna, aftaná at tær áður ikki hava havt stórvegis viðmerkingar um amerikansku ákærurnar.