Teir sjey tónleikararnir, sum skulu á pall komandi vikuskifti, lendu í Føroyum í dag. Komandi vikuna fara teir sjey at venja saman við føroysku sangarunum, sum eisini verða at hoyra á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá stóra Nashville.fo gallakonsertin verður hildin.
Teir sjey eru Brent Mason (el-guitar), Paul Franklin (steel-guitar), Edgar Struble (orkesturleiðari), John Hobbs (Keyboards), Bryan Sutton (akkustiskan guitar), Paul Leim (trummur) og David Hungate, ið umvegis fortíð sína sum bassspælari hjá Toto helst er tann mest kendi av teimum.