Natascha Kampusch, sum var gísli í einum kjallarúmi í Wien í átta ár, hóttir nú við at leggja sak ímóti eysturríkska statinum Orsøkin er, at eitt innanhýsisskjal hjá løgregluni bendir á, at løgreglan fekk eina ábending um, hvør hevði burturflutt Nataschu Kampush, stutt eftir at hon hvarv í 1998.
Skjalið kom undan kavi í 2006, tá Natascha Kampusch var flýdd frá burturflytara sínum. Men okkurt bendir á, at skjalið bleiv dult, tí tað kundi órógva tjóðartingsvalið, sum var á heysti í 2006.
Verjin hjá Nataschu Kampusch sigur við blaðið Der Standard, at kann tað prógvast, at løgreglan kundi havt funnið gentuna longu í 1998, so fer hann at stevna statinum.