Natasha og Vanja fáa fullan stuðul frá bygdaráðnum

Bygdaráðið í Hvalba átalar harðliga, at borgarar í kommununi hevur bíðað meiri enn eitt ár eftir svari úr innlendismálaráðnum og bygdaráðið mælir eisini til, at tey fáa uppihaldsloyvi í Føroyum

Natasha Vukotic í Hvalba og 11 ára gamla dóttir hennara, Vanja, eru nú blivin eitt mál í bygdaráðnum í Hvalba.
Í Sosialinum í farnu viku fortaldu vit, søguna um Natashu úr Jugoslavia, sum er enn eitt dømi um syndarliga útlendingapolitikkin í Føroyum.
Tað er nú meiri enn eitt ár síðani, at Natasha søkti um at fáa arbeiðsloyvið í Føroyum longt, men enn hevur hon hvørki hoyrt orð ella eið aftur úr innlendismálaráðnum og nú stúrir hon fyri, at hon og dótturin verða rikin av landinum.
Hetta hevur fingið bygdaráðið í Hvalba at ressast og at taka málið til viðgerðar.
Á fundi í bygdaráðnum týskvøldið, samtykti bygdaráðið einmælt at senda innlendismálaráðnum eina harðliga átalu fyri at tað skal hava tikið so langa tíð at avgreiða umsóknina.
Bygdaráðslimir vita, at teir ongan myndugleika hava, men bygdaráðið samtykti eisini einmælt at viðmæla, at Natasha og Vanja sleppa at verða verandi í Hvalba.
Bygdaráðslimir vístu á, hvussu væl tey eru fallin til í Hvalba og tey hildu tað verða stóra synd at koyra tey av landinum aftur.
Serliga hildu bygdaráðslimir, at tað hevði verið eina vanlukku fyri dóttrina Vanju, sum er 11 ár og sum hevur búð næstan átta ár av sínum lívi í Føroyum og tey seinastu seks árini hevur hon búð samanhangandi í Hvalba og tí kennir hon ikki til nakað annað heim.