NATO-málið aftur í brennideplinum

Síðsta orðið er neyvan sagt í málinum um, hvønn týdning Føroyar hava havt fyri verjuútreiðslurnar hjá Danmark í NATO. Tjóðveldismenn halda tað vera í tøkum tíma, at málið verður tikið upp, um neyðugt á Fólkatingi. Jóannes Eidesgaard heldur tjóðveldismenn sakna rumbul, men hevur annars onki ímóti, at málið verður avklárað

Kravið um eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Danmark er aftur um at reisast. Tað kemst av, at ljós er varpað á, at Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri er komin at standa í andsøgn við tað, sum fleiri fyrrverandi danskir ráðharrar hava sagt.
Jens Otto Kragh, Uffe Ellemann Jensen og Hans Engell hava allir til felags, at teir hava verið danskir ráðharrar við innliti í donsk verjumál. Teir hava eisini tað til felags, at teir hvør sær hava framborið, at Danmark slapp lættari í limagjaldi til NATO, tí teir góvu verjusamgonguni landaøki í Grønlandi og Føroyum at ráða yvir.
Hesum hevur forsætisráðharrin anno 2003 kortini víst aftur við orðunum, at »Danmark har på intet tidspunkt unddraget sig udgifter i NATO som følge af Færøernes status og placering,« tá Føroyanevndin hjá Fólkatinginum spurdi seg fyri.
Málið hevur javnan verið frammi síðstu árini, tí føroyingar hava viljað prógvað, at blokkstuðulin úr Danmark ikki er nøkur olmussa, men eitt gjald fyri vald og góðar treytir í heiminum.
Nú er aftur politiskt rumbul um at koma burturúr málinum.

Ein nýggj støða
Anfinn Kallsberg løgmaður noktar at gera nakað við málið í løtuni. Tað er ikki á politisku dagsskránni, sigur hann, tí Føroyar og Danmark hava avtalað blokkstuðulin næstu árini. Samgongufelagin Jenis av Rana úr Miðflokkinum harmast og vil framvegis hava eina fíggjarliga uppgerð við støði í NATO-limagjaldinum.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, er í sama báti. Hann heldur ósamsvarandi upplýsingarnar vera so ørkymlandi, at tíðin er komin til eina uppgerð.
? Ferð eftir ferð hava danir víst hesum máli frá sær og hava ikki viljað viðgjørt tað, men nú fyriliggur ein nýggj støða. Sitandi forsætis- og verjumálaráðharri hava við ein munn sagt eini fólkatingsnevnd, at Føroyar og Grønland einki positivt íkast geva til danska búskapin, meðan undanfarnir ráðharrar í somu sessum søgdu tað øvugta, sigur Hergeir Nielsen.
Onkur sigur ósatt, staðfestir hann, og okkara samskiftið við danir tolir illa hesa tvístøðu frameftir. Tí er neyðugt at fáa greiðu á hesum máli, heldur hann, og tá tað ikki ber til í beinleiðis samráðingum, mugu aðrar leiðir troytast.
? Fólkatingsumboð okkara eiga sjálvandi at nýta hetta gylta høvið til at fáa greiðu á, hvør sigur satt, og hvussu fíggjarligu viðurskifti okkara í NATO-felagsskapinum hanga saman, sigur Hergeir Nielsen.
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsumboð floksins, er av somu áskoðan, og um landsstýrið ikki vil brúka musklar í málinum, fer hann helst sjálvur at taka tað upp á Fólkatinginum segði hann Útvarpinum hóskvøldið.

Skeivur pallur
Tað eru kortini ikki øll, sum halda, at Uttanlandsnevndin og Fólkatingið eru rætti pallurin til orðaskiftið. Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum er limur í Uttanlandsnevndini, sigur Hergeir Nielsen tosa fyri seg sjálvan, tá hann tekur NATO-málið framaftur.
? Eftir øllum at døma er tað vorðið ov friðarligt fyri tjóðveldismenn fyri tíðina, tí teir liva av konfrontatiónum. Eg havi onki ímóti, at málið verður tikið upp, men tað eigur at vera ein spurningur, sum landsstýrið tekur upp við donsku stjórnina. Landsstýrið hevur eftir øllum at døma eitt internt problem, tí løgmaður ikki vil, metir Jóannes Eidesgaard.
Sjálvur hevur hann kortini einki ímóti, at málið verður viðgjørt og lýst út í æsir, tí tað er við til at skapa seiglívaðar mytur millum Føroyar og Danmark.
? Tað er vorðið til pástandur ímóti pástandi, har sitandi ráðharrar hava eitt standardsvar, sum er øðrvísi enn tað, sum fráfarnir ráðharrar siga. Málið hevur tært í áravíst, og tað hevði verið gott fyri allar partar at fingið eina klárlegging. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur fyri Danmark, tí so kundi hent seg, at tað kom fram, at Føroyar afturfyri at hava lagt land til verjuna av vesturheiminum, hava fingið eina verju, sum vit ongantíð sjálv høvdu megnað, sigur Jóannes Eidesgaard.