- Náttúran er ikki bara okkara; hon er til láns. Tí hava vit gjørt av, at evnið hesaferð verður ”Náttúruarvur - hvørja náttúru lata vit eftirkomarum okkara?”
Tað siga tey, sum standa aftanfyri Barnagarðin á Mýrunum í Runavík.
Starvsfólk og børn á Mýrunum hava skipað eina framsýning, sum verður í Stórustovu á stovninum, og her verður evnið lýst.
Framsýningin verður opin alment á mentanarvikuni Skýming, týsdagin 20. og hósdagin 22. oktober, báðar dagarnar frá klokkan 10-12.
Meðan framsýningin er opin alment, verður høvi hjá vitjandi at fáa ein kaffimunn.
- Vit fara eisini at lata hurðarnar upp til spæliplássið, og her verður høvi at síggja okkara uttandura hentleikar og vøkru náttúru. Vit bjóða eisini ein heitan kopp av kakao í okkara Bálhúsi.
Tey siga, at listafólk eisini fara at prýða inngongdir í barnagarðinum við málningalist, meðan mentanvikan er.
Barnagarðurin í Søldarfirði verður eisini partur av skránni fyri mentanarvikuna.
Mikudagin 21. oktober klokkan 16 verður fernisering av ævintýralistaverki, sum børnini hava málað á nakrar av stóru steinunum á parkeringsøkinum hjá Sóljuhjartanum.
Børn og starvsfólk í Barnagarðinum í Søldarfirði fara eisini at bjóða kakao og bollar til ferniseringina, og øll eru vælkomin.