Náttúran og menniskja

.

Komandi leygardag 21. juni, longsta dag, verður árliga tiltakið »náttúran og menniskja« hildið í Grøv í Klaksvík, har skótarnir í Klaksvík tendra eldarnar kl. 14, so ung sum eldri kunnu hugna sær niðri í Grøvini.

Um kvøldið kl. 19 verður fundur við summarsangum og Arnold Abrahamsen, fyrrverandi lærari úr Fuglafirði, flytir fram røðu. Aftaná tendra skótarnir bál á mølini niðanfyri.

Sum vanligt verður seinni um kvøldið farin ein gongutúr út í náttúruna, og hesu ferð er ætlanin at ganga til Skarðs úr Haraldsundi, haðani farið verður kl. 21.30. Væntandi tekur túrurin uml. 5 tímar, so vit verða aftur í Haraldsundi uml. kl. 2.30 sunnumorgunin.

Vónandi verður veðrið til vildar, soleiðis sum tað oftast hevur verið, so øll sum vera við fáa gleði og gagn av at njóta okkara vøkru náttúru.

Verður veðrið ólagaligt, so verður tiltakið útsett og lýst verður um hetta í Útvarpinum.

Á gongutúrunum plaga tað at verða meira enn hálvthundrað fólk við, so skipað verður fyri bussambandi til og úr Haraldsundi, og fer bussurin frá Bókasavninum í Klaksvík kl. 21, um undirtøka verður.

Væl møtt til okkara hásummarløtu.

Skótaliðini í Klaksvík og Norðoya Fornminnisfelag skipa fyri hesum tiltaki.