Náttúrulundin við Streymin heldur aðalfund

Tað er Edmund Joensen á Oyrarbakka, sum hevur verið heitasti talsmaður fyri náttúrulundini.

Týskvøldið hin 2. apríl verður aðalfundur í Náttúrulundini við Streymin.

 

Fundurin, sum byrjar klokkan 20 hetta kvøldið, verður í Eydnuni á Oyrarbakka.

 

Lýst verður við, at aðalfundurin verður sambært viðtøkunum hjá lundini. 

 

Tað er Edmund Joensen á Oyrarbakka, sum hevur verið heitasti talsmaður fyri náttúrulundini.

 

Hetta er ein velduga stór og forvitnislig verkætlan í Sunda kommunu.

 

Verkætlanin hevur røtur heilt aftur til 2015, og longu tá vórðu tey fyrstu trøini gróðursett við Streymin.

 

Málið hevur verið, at umleið 70.000 trø skuldu gróðursetast í lundini.

 

Vit kunnu upplýsa, at fyrsta træið varð gróðursett streymoyarmegin hin 28. februar í 2015.