Natúrligt at børnini koma til Havnar

? Tilboðini eru fleiri og vegurin í skúla styttri, sigur Jóhan Samuelsen, limur í skúlaráðnum í Havn

? Eg eri sannførdur um, at foreldrini at skúlabørnum í Kollafirði verða fegnari um at senda børn teirra í skúla í Havn heldur enn á meginskúlan á Oyrabakka.

Hetta sigur Jóhan Samuelsen, limur í skúlaráðnum í Tórshavnar kommunu í viðmerking til tað, Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum segði í Dimmalætting seinasta hósdag, um at skúlabørnini nýtast ikki at flyta til Havnar hóast kommunusamanleggingina. Grundgeving hansara var, at tað er eingin orsøk at steðga einum samstarvi, ið riggar væl fyri allar partar.

? Vit hava ikki viðgjørt málið í skúlaráðnum enn, men tað er heilt vist, at teir hálvt hundrað skúlanæmingarnir úr Kollafirði fáa nógv fleiri valmøguleikar í Havn, nú tá ið breytatilboðini verða sett í verk. Skúlin á Oyrabakka er lítil og tilboðini í nýggju skúlaskipanini verða ikki nøktandi har. Jú størri skúlin er, jú størri møguleikar. Harumframt er styttri vegur at fara í skúla í Havn og sambandið við bussi er gott.

Umhvørvið og freistingarnar eru somuleiðis størri í Havn enn á Oyrabakka.

? Jú, men tað snýr seg um búgvin børn og tey skulu undir øllum umstøður skifta skúla. Børn koma eisini úr Kaldbak, Hestoy, Velbastað, Kirkjubø og lutvíst Nólsoy til Havnar at ganga í skúla og tað verður ikki øðrvísi fyri kollfirðingar enn hesi, sigur Jóhan Samuelsen at enda í viðtali.