Millum mongu gestirnar, sum nutu sólina niðri í Vágsbotni í dag vóru tvey andlit, sum munnu vera kendari enn tey flestu.
Chili-Klaus og Jacob Haugaard sótu og ótu døgurða á Hvonn, meðan eitt hornorkestur og kór undirhildu á trappuni.
- Nú rendu vit okkum beint í vígsluna av trappuni, sigur Jacob Haugaard, sum ikki ivast í, at trappan verður væl móttikin.
Teir báðir eru í Føroyum í samband við, at teir gera ferðasendingar fyri danska TV2.
- Klaus er vertur og eg eri við, av tí at eg eri føddur í Suðuroy, sigur Jacob Haugaard, sum her heima er kendur sum hálvur føroyingur.
- Tit hava fantastiskt veður her í Føroyum, men eg skilji á lagnum, at tað kann broytast eftir eini løtu, sigur Chili-Klaus.
Teir vera her í Føroyum til mikudagin, tá leiðin fer fyrst til Íslands og síðani til Grønlands.
Jacob Haugaard er skemtari, men hevur eisini verið fólkatingslimur. Hann er sum nevnt føddur í Føroyum og hevur fleiri ferðir vitjað her.
Chili-Klaus er eisini skemtari og hevur vunnið sær sítt eyknevni við at lokka meiri og minni kend fólk til at eta kili saman við sær.