Navnið er Sjónin

Í dag var móttøka í Vági.

Tað var nýggi handilin Sjónin, ið bjóðaði til móttøku í dag, og mánadagin verður opið, og  nýggja fyritøkan leggur til brots.

Tað er 27 ára gamli Tóki Brattalíð, ið hevur lært til optikara, ið eigur og rekur Sjónina. Hann heldur til, har Ur og Optik áður hevði handil. Henda fyritøkan gavst fyri nøkrum árum síðani, og Tóki helt, at tørvur var á at fáa optikara aftur í Suðuroynni.

Nýggi optikarin í Suðuroynni verður millum gestirnar, tá vágbingar í kvøld klokkan 21.00 fara at stroyma enn eina hugnaløtu úr VB-húsinum. Stroymt verður á facebook.

##med2##