NCC riggar av

Boriútgerðin, sum NCC hevur brúkt í Vágatunlinum, er farin av landinum aftur, og samstundis er manningin eisini farin til Noregs at arbeiða

Tunnilsgerð

Leynar:
NCC er farið at rigga av í Leynum. Boriútgerð og manning eru farin aftur til Noregs, har felagið hevur líknandi arbeiði at gera.
Hermann Lindberg, leiðari hjá NCC í Føroyum, sigur, at teir nú eru endaliga lidnir við alt boriarbeiðið, og einki annað er í útliti, sum er. Samstundis hevur felagið onnur arbeiði í Noreg, har brúk er fyri maskinunum. Tær vórðu tí sendar til Noregs. Tær seinastu fóru av Kollafirði nú í vikuni.
Men enn er okkurt eftir hjá NCC at gera í Vágatunlinum. Eitt nú trygging, vegbreyt og rennur.
Hetta arbeiðið gera føroyingarnir, sum hava arbeitt hjá NCC. Fýra norðmenn eru kortini eftir í Føroyum, sigur Hermann Lindberg. Restin av arbeiðsfólkinum hjá NCC í Leynum, umleið 20 mans, eru føroyingar.
NCC skal tetta tunnilin, har vatnlekar eru. Eisini kal felagið taka alla vegbreytina upp og leggja nýggja. Fram við vegginum skulu rennur leggjast, og stoypiarbeiði skal gerast.
Tað fer at taka summarið ella so at gera hetta, sum NCC hevur eftir at gera í Vágatunlinum, væntar Hermann Lindberg.