Tríggjar ferðir seinasta hálvanannan mánaðin hevur Øssur Winthereig, journalistur, skrivað greinar um Kringvarp Føroya. Seinast týsdagin 12. desember. Eins og greinin 3. november, snýr hendan greinin seg fyri tað mesta um dekningin av sonevnda "Skattamálinum" hjá Eik Banka. At døma út frá orkuni sum Øssur Winthereig brúkar uppá hendan dekningin, skuldi ein trúð, at hesin dekningur – ella kanska journalistarnir handan dekningin – er tað rotnasta í øllum tí føroyska samfelagnum.
Allar tríggjar greinarnar, sum Øssur Winthereig hevur skrivað í 2017, hava snúð seg um Kringvarpið, tvær teirra um skattamálið. Harumframt skrivaði hann tríggjar greinar um sama mál í 2016, umframt eina rúgvu av Facebook-viðmerkingum. Í einari tí mest umrøddu viðmerkingini skrivaði hann – eftir sendingina "Skattamálið II" - "Skulu KVF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar". Sambært Øssur Winthereig er sostatt talan um so vánaligan journalistikk, at tað má fáa avleiðingar.
Fakligur fagnaðardansur um uppsøgn
Seinasta greinin hjá Øssur Winthereig kemur júst í kjalarvørrinum av stórum avleiðingum. Tí, øllum kunnugt, hevur tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, júst fingið ætlanarskriv um uppsøgn frá nýggja kringvarpsstjóranum, Johnny í Grótinum. Greinin hjá Øssuri Winthereig er tí eitt slag av fagnaðardansi á grøvini hjá tíðindaleiðaranum. Øssur Winthereig vónar, at nýggi stjórin megnar at venda gongdini, tí annars er framtíðin hjá Kringvarpinum í vanda. Og tað eru fleiri journalistar – gjarna um 50 árs aldur - sum á Facebook rósa fakliga "gravardansinum" hjá Øssuri Winthereig.
Hetta sigur í veruleikan alt um journalistiska standin í Føroyum: Ein journalistur verður uppsagdur, og so kemur næstformaðurin í fakfelagnum hjá journalistunum, Føroysk Miðlafólk, út við einari grein, sum rættvísgerð ætlanarskrivið um uppsøgn, og fleiri klappa við. Hetta hóast hvørki Øssur Winthereig ella nakar annar kennir til umstøðurnar kring ætlaðu uppsøgnina. Men tað tykist, sum Øssur tekur givið, at orsøkin er dekningur sum hann um "Skattamálið". Í Føroyum er tað eftir øllum at døma ikki ein søga, tá ríkasta samtak í landinum av órøttum fer í landskassan eftir næstan 100 milliónum krónum.
Okkara journalistikkur er journalistikkur
Øssur Winthereig skrivar, at hetta í veruleikanum er eitt stríð millum tvey sløg av journalistikki: klassiskur journalistikkur og aktivistiskur journalistikkur. Ja, hann skrivar enntá, at "tíðindaleiðarin og journalisturin (tað má vera eg) hava vart aktivistiska journalistikkin, sum tann einasta rætta". Eg veit ikki, hvar Øssur Winthereig hevur hetta frá. Eg havi so ongantíð kallað okkara journalistikk "aktivistiskan journalistikk", og enn minni kallað hetta tað einasta rætta.Okkara journalistikkur er journalistikkur. Eg havi aldrin kallað tað annað.
Gjógvin millum framleiðandi og betrivitandi ættarliðið
Tann einasta gjógvin, sum eg upplivi innan føroyska journalistiska heimin, er ein gjógv millum yngri og eldri journalistar. Mest avgerandi munurin millum hesi ættarliðini er, at meðan yngra ættarliðið í løtuni framleiðir nógv meir journalistikk, fæst eldra ættarliðið mest við at finnast at tí, sum tey yngru gera. At viðgera onnur samfelagsviðurskiftir hevur ikki serliga stóran áhuga. Nei, størsti rotinskapurin verður avdúkaður við at válka sær í journalistiskum fótfeilum hjá yngri starvsfelagum. Soleiðis prógvar ein sítt virði sum góður journalistur í hesum umhvørvinum.
Í tónleikaverðini hevði hetta svara til, at Teitur og Eivør royndu at mennast sum tónleikarar við at skriva vánalig ummælir av útgávunum hjá hvørjum øðrum. Men eftir mínum tykki er hetta hvørki serliga stimbrandi ella mennandi fyri føroyskan journalistikk. Og satt at siga, so er tað eisini sera sárandi. Hesi seinastu árini sum journalistur havi eg upplivað eitt ótal av óðum politikarum, stjórum, advokatum og havi enntá sitið í rættinum fyri mín journalistikk. Men hetta plágar meg lítið afturímóti tí støðugu karaktermyrðingini, sum verður framd av mínum egnu starvsfelagum.
Heldur illgita enn stuðla starvsfelagum
Hendan lítið stimbrandi mentanin kom sera væl til sjóndar, tá Barbara Holm í Sosialinum 14. apríl 2016 skrivaði fyrstu veruliga avdúkandi greinina um "Skattamálið" við forsíðuni "Eik lumpaði TAKS". Eftir mínum tykki er hetta besta føroyska avísútgáva í nógv, nógv ár. Tríggjar opnur við einari ótrúligari søgu, dokumentasjón og avdúkandi, væl kannaðum journalistiskum tilfari. Um tað var ein virðisløn fyri føroyskan journalistikk, hevði Sosialurin og Barbara Holm uttan iva uppiborið hana hetta árið fyri hesa avísútgávuna.
Uttan at siga nakað ringt um Barbaru Holm, haldi eg eisini, at hon hevði uppiborið eyka rós, tí hon var ikki serliga roynd innan so tungan og kritiskan journalistikk. Tá ein hartil hugsar um, at Miðlahúsið tók ein stóran fíggjarligan vága á seg í samband við mistar lýsingarinntøkur við at skriva søguna, skuldi ein trúð, at nú fór samlaði journalitstandurin í Føroyum at standa sum ein verjugarður um hetta slagið av dygdarjournalistikki. Men nei, tveir dagar seinni skrivaði Øssur Winthereig eina grein, har hann í yvirskriftini sáddi iva um, um hetta alt var eitt "Marknaðarátak fyri Astrup".
Stakkals ódugnaliga Barbara lat seg eftir øllum at døma misbrúka av Astrup. Uttan nakra dokumentasjón fór Øssur Winthereig enntá so langt sum at gita: "Er tað so platt, at TF Holding hevur gjørt ein handil við Astrup (umboðandi Fíggjarligt Støðufesti), sum Astrup ikki dugdi at gjøgnumskoða?" Men er tað serliga góður journalistikkur at illgita um, hví Astrup tók seg úr nevndini í Eik (og harvið bjargaði landskassanum 90 milliónir krónur)? Er hetta tað, sum ungir journalistar skula læra av? Og hvat líkist tað, alment at tileinkisgera stóra arbeiðið, sum starvsfelagarnir í Miðlahúsinum hava gjørt á hendan hátt? Og nú tá tað er staðfest, at her veruliga var talan um ein risastóran ólógligan frádrátt, og ákærurnar hjá Øssuri Winthereig vóru skeivar, kemur hann so við nakrari rætting? Nei, hann heldur fram í sama spori: at sáa iva um journalistikkin hjá sínum starvsfelagum.
Aðrir fjømiðlar lata seg misbrúka
Bara eina viku aftaná avdúkingina í Sosialinum skrivaði Dimmalætting á forsíðuni "Eik Banki hevði rætt til frádráttin". Ongar navngivnar keldur ella nøkur dokumentasjón kundi undirbyggja pástandin hjá Dimmalætting. Men hóast øll í dag mugu staðfesta, at forsíðan hjá Dimmu var skeiv, er tað ongin í eldra ættarliðnum av journalistum, sum hevur funnist at forsíðuni hjá Dimmalætting. Munurin var, at greinaskrivarin Sveinur Tróndarson – í mun til Barbaru Holm – hoyrir til eldra ættarliðið. Tí er ongin atfinning, tá Dimmalætting heilt týðiligt hevur tikið feil, meðan tað ferð eftir ferð verður sáddur ivi um dekningin hjá yngra journalistinum í Miðlahúsinum.
Ágangurin frá eldru journalistunum móti dekninginum hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum kennist ikki minst órættvísur, tá hugsað verður um, at eg havi ein sterkan illgruna um, at fleiri aðrir fjølmiðlar og journalistar beinleiðis hava latið umboð fyri Betri-samtakið vinklað greinar fyri seg. Betri-samtakið hevur "likið" útvaldar brotpartar av skjølum út, sum "journalistar" so hava skrivað greinar út frá. Og í mun til støðugu atfinningarnar av KvF og Miðlahúsinum fer hendan journalistiska framleiðslan framvið uttan átalu.
Hvar er keldukritikkurin?
Øssur Winthereig brúkar enntá Svein Tróndarson sum høvuðsserfrøðing, tá hann skal viðgera skattamálið. Hetta hóast Sveinur Tróndarson hevur verið í starvi í Eik Banka við uppgávuni at taka saman um skattamálið fyri bankan. Er hetta veruliga sunnur keldukritikkur, soleiðis sum mann lærir tað á journalistháskúlanum? Tað heldur Øssur Winthereig eftir øllum at døma. Hann vísir á, at "eitt nú dokumenteraði Sveinur, hvussu Spekt tók sær æruna av, at talan kanska var um eitt skattligt good-will, sum kundi avskrivast yvir 10 ár, men at Eik skuldi spyrja TAKS fyrst. Hann dokumenteraði eisini, hvussu Spekt seinni vendi 180 stig og segði seg kortini ikki taka undir við sínum egna barn". At kalla ólógliga frádráttin hjá Eik "barnið" hjá Spekt er bæði órættvíst og misvísandi. Spekt er kanska fyrsti grannskoðari nakrantíð, sum er farin ímóti bæði einari avgerð hjá skattamyndugleikanum og sínum kunda til tess at tryggja, at alt fer rætt fram – og í síðsta enda, at landskassin fær sítt.
Misvísandi "spinnið" um Spekt
Orsøkin til misfatanina hjá Øssuri Winthereig er ein grein, sum Sveinur Tróndarson skrivaði fyri Norðlýsið. Bakgrundin er ein teldupostur frá 18. november 2015 frá stjóranum í Spekt til bankastjóran í Eik. Hesin teldupostur er ein reaksjón uppá fundarfráfreiðing hjá bankanum frá 24. august 2015 (hetta er beint aftaná, at bankin hevði fingið játtað frádráttin frá TAKS sum goodwill), har tað stendur, at: "Revisionsudvalget udtrykte tilfredshed om, at banken havde fastholdt sin vurdering af, at der var et skatteaktiv, og ikke havde lyttet til den eksterne revisions anbefaling". Hendan endurgevingin vísir greitt, at frádrátturin ikki var "barnið" hjá Spekt.
Bankin (les "bankastjórin") fær jú rós fyri ikki at lurta eftir grannskoðaranum. Men tá stjórin í Spekt lesur hetta, sendur hann í sinnismuni omanfyrinevnda teldupost til bankastjóran fyri at minna á, at tað var Spekt, sum upprunaliga mælti bankanum til at venda sær til TAKS at spyrja, um hetta kundi vera frádráttur sum goodwill. Tað er einans hetta, sum telduposturin frá Spekt dokumenterar. At Spekt bað Eik Banka venda sær til TAKS at spyrja um goodwill. Men annars er ongantíð nakar ivi hjá Eik Banka um, at Spekt helt frádráttin vera sera ivasaman.
At blása hendan teldupostin upp – og taka hann úr øllum samanhangi – soleiðis sum Øssur Winthereig ger, er ikki góður journalistikkur.
Misvísandi "spinnið" um Astrup
Øssur Winthereig er ikki tann einasti eldri journalisturin, sum er upptikin av journalistikkinum hjá okkum yngru journalistum. Ein annar er Uni Arge. Hann skrivar undir greinini hjá Øssuri Winthereig á Facebook: "Eitt referat frá nevndarfundi í Eik, har Astrup hart og týðiliga sigur, at nevndin í bankanum hevur skyldu til at royna eftir skattafrádráttinum, hevur heldur ikki fingið rúmd. Tađ referatið vísti, at hann hevur tosað viđ fleiri tungum - av einari ella aðrari orsøk. Tigur tú sumt av samlaða samanhanginum burtur, og heldur tú keldum burtur, sum kunnu nuansera málið, fremur tú ikki grundleggjandi journalistikk, men førir kampanju fyri eitt ávíst sjónarmið og kanska eisini eitt persónligt vendetta".
Sitatið, sum Uni Arge endurgevur, er eisini tikið frá Norðlýsinum. Tað stavar upprunaliga frá fundi í Eik, 27. mars 2014: "Jørn Astrup var ikke uenig i, at der også forelå muligheden af, at omtalte beløb kunne være skattemæssigt fradragsberettiget, og at hvis bestyrelsen på det foreliggende grundlag undlod at begære fradrag i skatten på det foreliggende grundlag, kunne det muligvis medføre et ansvar for bestyrelsen." Men í fundarfrágreiðing sama dag stendur eisini: "Jørn Astrup fandt, at der var tale om et tab, som definitivt kan henføres til gamle Eik Banki, og at Finansiel Stabilitet har taget tabet som garant. Jørn Astrup delte revisionens skepsis.Tabet på 514 mio. kr. er, efter Jørn Astrups opfattelse, afholdt af Finansiel Stabilitet. Ikke som aktionær i Eik Banki Føroya men som agent for den danske stat, der ved Eik Bankis sammenbrud hæftede ubegrænset for bankens simple forpligtelser. Aktiverne er i åbningsbalancen for Eik Banki Føroya optaget til dagsværdi. Tabet på 514 mio. kr. indgår således ikke i den forsættende banks regnskab. På denne baggrund måtte det forekomme Jørn Astrup tvivlsomt, om tabet kan give anledning til et fradrag på 477 millioner kroner i den skattepligtige indkomst for perioden 12. oktober 2010 – 31. december 2011".
Jørn Astrup Hansen tosaði tí ikki við tveimum tungum, soleiðis sum Uni Arge skrivar. Astrup viðgongur, at bankin hevði havt skyldu at fara eftir frádráttinum, um so var, at bankin hevði rætt til hann. Men tað er einki at ivast í, at Astrup ger greitt, at hann er samdur við Spekt í, at bankin hevur ikki rætt til frádráttin. Greinin á Norðlýsinum, sum Uni Arge hevur sett sítt álit á, er tí villeiðandi. Og fyri at endurgeva Uni Arge: "Tigur tú sumt av samlađa samanhanginum burtur, og heldur tú keldum burtur, sum kunnu nuansera málið, fremur tú ikki grundleggjandi journalistikk, men førir kampanju fyri eitt ávíst sjónarmið og kanska eisini eitt persónligt vendetta".
So góð var fortíðin heldur ikki
Eg undrist veruliga yvir, hví eldri starvsfelagar hava so nógv ímóti tíðindaflutninginum seinastu árini. Var alt veruliga so nógv betur fyrr? Var tað eitt nú heldur ikki journalistikkur at framleiða "Skálafjarðartunnilin", sum leiddi til kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum staðfesti, at tásitandi løgmaður sum fyrsti løgmaður nakrantíð hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins? Var "Anita" og øll tey óteljandi lógarbrotini, sum vóru staðfest í tí málinum heldur ikki journalistikkur? Eru avdúkingarnar um "Skattamálið" tað heldur ikki? Er tað veruliga rætt, tá Øssur Winthereig skrivar, at nýggi stjórin má venda gongdini frá tílíkum journalistikki, tí annars er framtíðin hjá Kringvarpinum í vanda?
Eg undrist ikki minst yvir hetta, tá hugsað verður um, at Fjølmiðlanevndin hevur kannað dekningin í ”skattamálinum” og mett, at grundarlag ikki var fyri átalu. TAKS hevur staðfest, at Eik Banki ikki hevði rætt til frádrátt. Bárður Larsen, løgfrøðingur og bráfeingisstjóri á TAKS, hevur mælt til, at málið var meldað, og fútin kunngjørdi 14. november 2017, at kanningarnar skuldu halda fram í samstarvi við bakmanspolitiið, SØIK. Hava øll tey hesi so eisini misskilt málið, eins og Kringvarpið?Harafturat bleiv eg sjálvur tilnevndur millum fimm onnur fyri besta journalistiska avrik í Danmark í 2017 av Aalunds Erhvervsjournalistpris.
Tey, sum stóðu fyri tilnevningini, hava øll leiðandi størv á stórum donskum fjølmiðlum, s.s DR, Berlingske og Børsen. Men eftir øllum at døma stendur danskur journalistikkur í 2017 so langt aftanfyri føroyskan journalistikk í 90unum og 00unum, at hetta onki virði hevur millum eldru føroysku journalistarnar. Ja, enntá so lítið virði, at stjórin má venda gongdini fyri at bjarga Kringvarpinum.
Kom inn í kampin
Eg veit væl, at tað er ein munur á formi. Sendingar í dag líkjast ikki sendingum í 1997 (sum heldur ikki líkjast sendingum í 1977, osv). Kanska órógvar formurin eldri journalistar. Kanska enntá av røttum. Men tað eigur at bera til at hava eitt fakligt kjak uttan at tosa um "svans, sum eigur at fáa avleiðingar". Okkara journalistikkur hevur ikki uppiborið at vera kallaður annað enn journalistikkur. Og mín inniliga áheitan til mínar eldru starvsfelagar er: Komið aftur og framleiði journalistikk um samfelagsviðurskiftir. Bæði Øssur Winthereig, Sveinur Tróndarson og Uni Arge eru sera dugnaligir journalistar. Komið inn í kampin aftur og viðgerið ivasom samfelagsviðurskiftir saman við okkum. Um ikki, latið so tykkara yngru starvsfelagar fáa frið.