Nei – tað er ikki eg, ið sigi ósatt

Illgitingar og misskiljingar grugga málið um tey trý búfólkini, sum um hálvantriðja mánað ætlandi verða flutt í annað sambýlið at búgva. Nærverk hevur leikt við opnum kortum og einki hevur verið dult í tilgongdini, sum enn má sigast at vera á einum byrjanarstigi

Stór orrusta hevur tikið seg upp í samband við mál, har tríggir brúkarar í serforsorgini ætlandi verða fluttir á annan stovn tann 1. mai. Fjølmiðlar, politikarar og fakfelagsformenn hava serliga funnist at tilgongdini í málinum, og róð hevur verið framundir, at avgerðirnar eru tiknar á svartastu nátt og tilvitað lagt soleiðis til rættis, at eingin skuldi vita av nøkrum.

Hesum vil eg staðiliga vísa aftur. Fyri tað fyrsta verður flytingin ikki framd fyrr enn 1. mei, so enn eru vit í einari skipaðari tilgongd, sum skal tryggja, at skiftið verður gjørt so smidligt, sum yvirhøvur møguligt. Tað er tí ikki rætt, sum onkur hevur bent á, at starvsfólkini í Pætursgøtu fingu boðini seint. Tey fingu boðini fyri umleið trimum vikum síðani, og tað er væl at merkja tríggjar mánaðir áðrenn sjálv flytingin fer fram. Brúkarar og avvarðandi vóru kunnaði í seinastu viku – hálvantriðja mánað áðrenn brúkararnir eftir ætlan skulu flyta. At framstandandi fakfelagsformaður áhaldandi bendir á, at talan er um “tys-tys-strategiir” er í mínum hugaheimi sera óheppi og ókonstruktivt, tí tað elvir bert til ótryggleika millum brúkarar og avvarðandi.

 

Málið í stuttum

Málið kann í stuttum lýsast soleiðis: Vegna rationaliseringar eru ætlanir um at leggja tveir bústovnar undir Nærverkinum saman í ein bústovn frá 1. mai. Hetta merkir, at bústovnurin í Pætursgøtu, sum hevur havt tríggjar brúkarar, verður niðurlagdur. Trý av føstu starvsfólkunum fylgja við brúkarunum á nýggja bústovnin fyri at tryggja, at serkunnleikin ikki verður burtur. Nýggi bústovnurin er í trimum hæddum, og hølini verða innrættaði við atliti til, at teir íalt seks brúkararnir kunnu búleikast saman, men eisini hvør sær, um tørvur verður á tí. Hetta er alt lagt til rættis í tøttum samstarvi við starvsfólkini á bústovnunum báðum.

Í heila tikið hevur leiðslan í Nærverk og í Trivnaðartænastuni gjørt sera nógv burturúr at fyrireika flytingina og gera tilgongdina so smidliga sum gjørligt. Og tað er at gera teimum órætt, at siga, at avvarðandi partar ikki eru kunnaðir í tilgongdini. Fyri at sláa hetta fast við sjeytummaseymi endurgevi eg niðanfyri eina frágreiðing, sum Nærverkið hevur latið mær um málið.

 

Fakta

Tann 22. januar hevur Nærverki fund við felagið Javna um sparingar og eina viku seinni, tann 29. januar, verður sama evnið høvuðstema á fundi við Føroya Pedagogfelag. Har verður m.a. greitt frá, at ein stovnur við trimum búfólkum verður niðurlagdur, og at tey verða flutt í onnur sambýli. Hetta verður gjørt, tí tað kemur at raka so fáar brúkarar, sum møguligt. Hetta var ein almenn kunning, har nøvn á stovnum ikki vóru nevnd. Pedagogfelagið var eisini kunnað um onnur sparitiltøk.

Tann 26. januar verða leiðarin og varaleiðarin í Pætursgøtu kunnað um ætlaðu niðurlegging av Pætursgøtu. Dagin eftir verða leiðararnir í Trivnaðartænastuni kunnaðir á leiðarafundi um, at sparingar verða framdar. 28. januar verða starvsfólkini í Pætursgøtu kunnað um, at virksemi í Pætursgøtu verður niðurlagt.

10. februar er fyrireikandi fundur millum Nærverk og varaleiðara í Pætursgøtu og leiðara í nýggja bústovninum, um ymisk viðurskifti í samband við flytingina.

12. februar hevur Nærverk fund við starvsfólk og leiðarar á teimum báðum bústovnunum, ið skulu leggjast saman, um tilgongdina í samband við ætlaðu flytingina. Her undir um kunning til búfólk og avvarðandi. Seinni vóru starvsfólkini og hugdu eftir umstøðunum í nýggja bústovninum.

13. februar kunnaðu varaleiðari og starvsfólkini í Pætursgøtu búfólk og avvarðandi um ætlaðu flytingina

Í dag, 18. februar, fara starvsfólk í Pætursgøtu at hyggja nærri eftir umstøðunum. Eftir tað verður avrátt, hvussu tilgongdin við búfólkunum og teirra avvarðandi skal fara fram.