»Nei takk« til norðurlendskan fund um LGBT

– Míni grundvirðir eru, at eitt hjúnalag er millum mann og kvinnu, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, javnstøðumálaráðharri, sum hevur takkað nei til kjakfund um umstøðurnar hjá ungum LGBTI-persónum í Norðurlondum

16. august verður ein stórur kjakfundur í Keypmannahavn, sum kallast WorldPrides Human Rights Forum. Her fara norðurlendskir ráðharrar at kjakast um liviumstøðurnar hjá ungum LGTB-persónum – heitið á kjakinum er: Nordic ministers gather forces for young LGBTI people’s wellbeing.

 

Í kjakinum luttaka ráðharrarnir í javsntøðumálum í Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi, umframt íslendsku forsetin Katrín Jakobsdóttir, sum luttekur við video. Eingin føroyskur ráðharri stendur til at luttaka. Men hví? Tað hava vit spurt Norðurlandaráðið, sum stendur fyri at bjóða inn til kjakfundin.

 

– Allir javnstøðu-ráðharrarnir í teimum átta norðurlondum eru bjóðaðir til at luttaka í kjakinum, fáa vit upplýst úr Norðurlandaráðnum.

 

Altso, føroyska landsstýrisfólkið í javnstøðumálum hevur fingið eina innbjóðing, men hevur eins og Grønland og Áland ikki tikið av. Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannaráðharri, ið er landsstýriskvinna í javnstøðumálum.

 

– Nei, eg havi ikki raðfest handan kjakfundin í ár, sigur hon, tá vit spyrja, hví hon ikki luttekur saman við hinum norðurlendsku ráðharrunum.

 

Hvørja meining landsstýriskvinnan hevur um LGBT-mál er eingin loyna.

 

– Míni grundvirðir eru, at eitt hjúnalag er millum mann og kvinnu.

 

Í nýggjasta Sosialinum kanst tú lesa longri samrøðu við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um hetta.