Nei takk til Sea Shepherd!
Tað er yvirskrift, sum Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, júst hevur lagt út á sína facebook-síðu.
- Løgtingið samtykti í dag uppskotið hjá Tjóðveldi um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum (les: Sea Shepherd)!
Páll heldur fyri, at hetta er gleðiligt, og tøkk skulu øll hava, sum stuðlaðu uppskotinum.
- Landsstýrið hevur nú freist til 1. mei at gera lóggávu sum verjir okkara rætt framhaldandi at drepa grind, uttan at felagsskapir forða okkum fyrndargamla rætt okkara.
Páll á Reynatúgvu heldur, at dagurin í dag, nú hetta málið er samtykt, er ein gleðisdagur á Føroya løgtingi.