Í Fraklandi eru fólk í øðini um eitt uppskot hjá Nicolas Sarkozy, forseta um at hækka pensjónsaldurin úr 60 árum í 62 ár fyri at spara á fíggjarlógini. Fleiri fakfeløg hava skipað fyri mótmælum ímóti ætlanum forsetans, og tað hevur millum annað gjørt, at samferðslan er nógv skerd, og at nógvir skúlar og aðrir lærustovnar eru stongdir, tí lærararnir hava lagt arbeiðið niður.
Enn er tó einki, sum bendir á, at forsetin fer at víkja frá sínum ætlanum. Tvørturímóti heldur hann fast um, at pensjónsaldurin skal hækka, so tað almenna kann spara.
Í Fraklandi kunnu menn og kvinnur fara frá við pensjón, tá tey hava fylt 60, um tey hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 40,5 ár. Tey fáa tó ikki fulla pensjón, fyrr enn tey fylla 65.