-Nei til ognarskatt

-Vil fegin viðgera seinastu skipasølurnar

-men hetta má ikki gerast í óðum verkum, so vit fáa hovsaloysnir. Hinvegin fara vit ongantíð at góðtaka ognarskatt.

Skipasølur

Formaður Fólkafloksins, Anfinnur Kallsberg er eins og flest onnur sera ovfarin av tí stóru upphædd nótaskipið Krúnborg er selt fyri. Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at hann hevur einki ímóti at viðgera støðuna, sum er íkomin í kjalarvørrinum á teimum seinastu ovursstóru skipasølunum, men hann heldur vit eiga at ansa eftir ikki at gera nakað í óðum verkið og enda við hovsaloysnum.

-Tú kanst ongantíð gera eina skattalóg, sum bara byggir á eitt einstakt mál. Tað kann blíva rættiliga kompliserað. Tað kunnu vera feløg, einstøk skip ella onnur, sum hava loyvi frá landinum at selja alibrúk og landbrúk og so mangt annað, sum krevur loyvi.

Hinvegin viðgongur Anfinnur Kallsberg, at seinastu skipasølurnar eiga at fáa okkum at rakna við. -Nú eru tað tó nøkur alvorliga stór tøl, sum talan er um, at tað eigur at bera í sær, at man má inn at hyggja at, hvussu rætt og rímuligt alt hetta er.

-Vil tað siga, at tú er samdur í teimum, sum siga, at vit hava heilt mist tamarhaldið á útviklinginum?

-Tú hevur tvey prinsipp í skattaskipanini. Annað er skattingin av einstøkum persónum, har vit hava kommunuskatt og ein landsskatt við progressión. Men so hevur tú eisini partafelagsformin, har tú ynskir, at tað skal vera lagaligt at gera íløgur í samfelagið, og tí hevur tú lækkað partafelagsskattin til 18%. Og haraftrat sigur man, at tekur man pengar út úr vinnulívinum, so kemur ein 35% skattur aftrat, sum er tann sami, sum er galdandi fyri annan kapitalvinning sum so.

Vit mugu tí ansa sera væl eftir, at vit ikki gera nakrar lógarreglur, sum gera, at tað bráddliga ikki fer at loysa seg at gera íløgur í vinnulívið. Vit hava jú fyrr roynt at fingið entá útlendingar til Føroya at gera íløgur í føroyskt vinnulív, og tað almenna skal sjálvandi skapa karmar fyri tí. Man kann ikki gera eina skattalóg, sum bara byggir á einstøk dømi. Hvat við øllum hinum! Er hetta byrjanin til eisini at innføra skatt av øllum øðrum so sum ognarskatt spyr formaður Fólkafloksins, sum leggur aftrat, at tað er sjálvandi ikki lætt at siga, hvussu tú skal gera eina einfalda skipan á hesum øki. Tó viðgongur hann, at júst hesar seinastu risasølurnar geva okkum eitt høvi til at fáa eitt orðaskifti um alt hetta.

Hvat er landsins ogn!
-Er tað rætt, at einstakir persónar kunnu ríka seg upp við at handla við ognum, sum eru fólksins?

-Hvat eru landsins ognir! Tað eru nógvar ognir, sum tað almenna hevur selt fyri lítið og lætt fyrr í tíðini, eitt nú træðir, sum so verða seldar í dag fyri rættiliga stórar upphæddir. Vit mugu ansa eftir ikki at byrja uppá nakað, sum tú ikki veit hvat tað kann enda við. Er hetta byrjanin til at fáa ognarskatt í Føroyum, og hvar gongur markið? Hvussu definerar tú alt hetta spyr Anfinnur Kallsberg og heldur fram: - Hvat er landsins ogn. Var tað landsins ogn, at okkara forfedrar keyptu eina trøð fyri 35 kr. og sum nú verður seld fyri fleiri milliónir!

Hann leggur stóran dent á, at Fólkaflokkurin gongur ikki inn fyri at seta í verk ognarskatt, hvørki av sethúsum, jørð ella av øðrum og vísir á, at vit hava júst gjørt eina skipan, har tú hevur kapitalvinning og konjunkturkapitalvinning, og sum kemur í gildi 1. januar komandi ár. Har skal virðið, sum tú tekur út úr felagnum, skattast við teimum 35%.

-Tú hevur ikki havt hetta í huganum, tá tú hevur selt eitt fiskiloyvi frammanundan, men nú fær tú so nakrar veldugar upphæddir, og tað fær fólk at reagera og siga, at hetta er heilt órímuligt. Tað kann eisini tykjast so. Hinvegin, um man nú frá almennari síðu fer inn og ger nakað, hvar er so markið. Nær er nakað rímuligt og nakað órímuligt. Hvat er vinningurin av loyvinum og hvat er vinningur av skipinum. Eitt skip uttan loyvi hevur einki virði, og eitt loyvi uttan skip hevur heldur einki virði. So her eru nógvir tættir, sum mugu viðgerast ógvuliga gjølla.

Nei til ognarskatt
Formaður Fólkafloksins sigur, at flokkurin er ikki fyri ognarskatti men hevur einki ímóti at skatta spekulatión í fiskivinnuni.

-Men hví er so einki gjørt við hetta?

-Vit hava ongantíð fingið nakað boð uppá, hvussu tú definerar spekulatión í fiskivinnuni.

-Jørgen Niclasen, tingmaður hevur sagt við Sosialin, at man eigur at skatta vinning av loyvissølum við upp til 80%.

-Eg veit ikki, hvar hann hevur tey tølini frá. Man skal eisini ansa eftir ikki at skatta soleiðis, at eingin tímir at fáast við hesa vinnu meira. Tað er altíð ein ballansugongd í slíkum, og tað kann als ikki koma uppá tal at lóggeva aftureftir, tí tað er ein ognartøka.

-Nógvir politikarar og onnur vilja vera við, at tað er Fólkaflokkurin, sum forðar fyri eini rættvísari og rímuligari skipan á hesum økjum.

-Tað er skeivt at klikkja niður á okkum fyri tað. Tað er meira enn hálvtannað ár síðani, at vit hava havt nakað at gera við hvørki fiskivinnupolitikk ella fíggjarpolitikk sum málsøki í Tinganesi. Og higartil havi eg ikki sæð eitt einasta uppskot, sum er komið um nakrar broytingar av hesum slag. Vit fingu í fjør eitt uppskot um broytingar í kapitalvinningsskattalógini. Tað hava vit viðgjørt seriøst og tikið undir við. Og vit fara sjálvandi eisini at viðgera tey uppskot, sum koma á borðið í máli sum hesum. Men tað má gerast við skili og við atliti til, at vit ikki oyðileggja meira fyri minni.

Anfinnur Kallsberg leggur aftrat, at Fólkaflokkurin hevur ikki avvíst nakað uppskot frá hvørki fiski- ella fíggjarmálaráðharra, sum hevur samband við hetta málið, í hesum valskeiðnum.

-Formaður Tjóðveldisfloksins heldur málið vera so mikið álvarsamt, at hann heitir á løgmann um at kalla flokkarnar saman at umrøða málið!

-Nú situr hann í andstøðu og skal markera seg. Eg haldi, at samgongan fyrst og fremst skal seta seg niður og viðgera hetta málið, men tað er ógvuliga umráðandi, at hetta verður viðgjørt frá botni av, soleiðis at vit ikki bara fáa hovsaloysnir men nakrar skilagóðar loysnir burtur úr tí. At tað skal vera neyðugt at kalla tingið inn í summarfrítíðini dugi eg ikki at síggja. Tað luktar av panikki og hovsaloysnum. Hetta er lóggáva, sum hevur verið í gildi í 12 ár.

Anfinnur Kallsberg sigur seg vera vísan í, at samgongan fer at viðgera hetta málið men ikki gera eina lóggávu í óðum verkum, sum ger, at vit um nøkur ár ikki fáa nakran at gera íløgur í fiskivinnuna, nakað, sum er alneyðugt.

Nei til tilfeingisgjald
-Hvør er tín støða til tilfeingisgjald?

-Tað er ikki nakað, sum tiltalar Fólkaflokkin uppá nakran máta. Tað vil bara leggja nakrar byrðar oman á vinnuna aftrat. Samstundis sum tú tosar um hetta eru tað partar av vinnuni, sum skulu hava stuðul úr landskassanum. Tað er ikki í samsvar við hvørtannað. Eitt gjald er ein skattur. Har haldi eg, at fiskivinnan eins og øll onnur vinna skal gjalda sín skatt sum vanligan skatt og ikki sum eitt avgjald pluss skatt. So vit ganga ikki inn fyri tilfeingisgjaldi.

Men hvat sigur formaðurin í Fólkaflokkinum til, at tað møguliga eru føroyskir strámenn, sum standa fyri sølunum, ið eru fíggjaðar við útlendskum kapitali.

-Har hava vit eina lóggávu, sum sigur, at tá tað um fiskiríkidømi í Føroyum ræður skulu í minsta lagi vera tveir triðingar á føroyskum hondum ella í mesta lagi 30% á útlendskum hondum. Tað merkir, at ræðisrætturin skal liggja í Føroyum. Er tað so, at hetta bara er strámannavirkisemi, har avgerðarrætturin liggur uttanlands, so er tað í stríð við galdandi lóggávu.

-Hevur tú varhugan av, at talan er um strámannavirsksemi í seinastu stóru sølunum?

-Tað havi eg ongar fortreytir fyri at meta um. Men har áliggur tað Fiskimálaráðnum at tryggja, at lógin verður hildin. Verður hon ikki tað, so skal ráðið steðgað slíkum.